Christmas child á Strondum

Aftur í ár eru tað nógvar samkomur runt í Føroyum, ið samla skógva eskjur til Christmas child. Christmas child er eitt tiltak har familjur í Føroyum fylla eina ella fleiri skógvaeskjur við ymiskum lutum. Skógva eskurnar verða síðani sendar til lond, har børn, ið ongantíð hava fingið eina jólagávu áður, kunnu gleða seg til at fáa eina heilt serliga jólagávu, og soleiðis merkja Guds kærleika til teirra.

Les eisini: Sunnudagin 30 oktobur er seinasta freist at geva skógvaerkjur til Christmas Child

Á Strondum bleiv eisini samla inn til Christmas child síðsta sunnudag. Tað var Chrismas child møti og missiónshúsið var fult.

Rósa Danielsen hevði eina sera góða talu, ið fangaði øll børnini. Hon spældi leik, meðan hon greiddi frá boðskapinum um Jesus sum okkara frið, stav, hvíld og lívsins vatn. Stuttur, greiður og góður boðskapur. Eisini legði hon dent á, at tað, vit gera móti øðrum, gera vit ímóti Jesus.
Hetta vísti á, at tá vit gleða børn við jólaskógvaeskjum, gleða vit eisini Jesus.
Barnakórið á Strondum sang tveir sangir og aftaná var náttverði. Eitt sera væl eydnað møti.

Í ár vera eskjurnar sendar til Ukraina. Har kunnu vit gleða tey børnini, ið eru hart rakt av krígnum.

Visti tú av, at tú eisini kanst fylla eina eskju á netinum fyri minni enn 200 krónur? Tað ber nevniliga til at velja sína egnu skógvaesku, velja hvat skal í og flyta pengar – so pakkar onkur annar fyri teg!
Far inn á https://www.samaritanspurse.org/operation-christmas-child/buildonline/ og pakka tína egnu eskju ígjøgnum netið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina