Sunnudagin 30 oktobur er seinasta freist at geva skógvaerkjur til Christmas Child

“Heimsins størsta jólatiltak fyri børn”

“Operation Christmas Child” verður kallað heimsins størsta jólatiltak fyri børn, og í fjør vóru meira enn 10 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í fleiri enn 100 ymsum londum. Tað er vælgerandi felagsskapurin “Samaritan’s Purse” (“pungurin hjá sámariubúgvanum”), sum síðani 1993 hevur skipað fyri tiltakinum.

Børnini fáa eskjurnar um jóltíðir. Har møguleiki er fyri tí, verður ein bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Bóklingurin sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Í ár fara gávurnar frá Føroyum til hart rakta Ukraina. Til ber at pakka eina skógvaeskju sjálvur, men møguleiki er eisini at “keypa” eina gávu til teirra gjøgnum netið. Vegleiðing til bæði at pakka og keypa, er at finna á christmaschild.fo.