Dagligur leiðari til Hotell Ørkina í Reykjavík

Søkt verður eftir dagligum leiðara til Hotell Ørkina, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.

Ørkin er knýtt at Føroysku Sjómansmissiónini og hevur 20 kømur við 67 seingjarplássum, har morgunmatur er íroknaður gisting. Umframt matarsal eru fundarhølir á hotellinum.

Leiðarin:
– hevur innlit í roknskap og hevur fíggjarliga og rakstrarliga ábyrgd av Ørkini
– skipar arbeiðið og hevur ábyrgd av starvsfólkunum
– røkir sambond við ferðaskrivstovur og viðskiftafólk
– skipar fyri ella samskipar møtir, gudstænastur, skipsvitjanir og onnur tiltøk sum eru á ella út frá Ørkini
– er arbeiðssamur, vinarligur og skapar eitt heimligt og trygt huglag fyri starvsfólk, gestir 
   og vitjandi
– góðtekur og arbeiðir samsvarandi viðtøkum fyri Ørkina og kristna grundarlagnum
– vísir til formannin fyri stýrið fyri Hotell Ørkina

Vit bjóða:
– eitt spennandi, avbjóðandi og gevandi starv
– løn og setanartreytir sambært avtalu
– íbúð til leiðaran er knýtt at Ørkini

Umsóknarfreistin er 10. oktober 2023. Leiðarin byrjar 1. desembur ella skjótast gjørligt.

Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða stýrinum í hendi áðrenn 10. okt. 2023, og stílast til formannin fyri Ørkina, Torleif Johannesen, á torleif@mission.fo

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við formannin á tlf. 229024.