Volontør-møguleiki í 2025 – ger ein mun fyri børnini

Hevur tú hjarta fyri børnunum? Hevur tú hug at royna teg fulla tíð í missión? So er hetta ein fantastiskur møguleiki hjá tær! 

SIMBA leitar eftir einum volontøri í 2025 til sítt fjølbroytta arbeiði, sum verður gjørt við tí endamáli, at so nógv børn sum gjørligt kunnu hoyra góða boðskapin um besta vin barnanna – Jesus Kristus!

Sum volontørur hjá SIMBA kemur tú serliga at hava ymiskar samskipandi og praktiskar uppgávur í samband við legur og tiltøk hjá SIMBA (summarlegur, sangfagnað, simbahitt o.s.fr.). Arbeiðsuppgávurnar vera eisini tillagaðar eftir tínum styrkjum og evnum. Sum volontørur hevur tú eisini góðar møguleikar at mennast í tænastuni.

Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við barna- og familjuráðgevan hjá Heimamissiónini, umframt at hava samband við nógv sjálvboðin. Volontør-starvið krevur, at tær dámar og dugir at samstarva við nógv ymisk fólk, og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Starvsstaðurin verður í Nesvík. Volontørurin fær eina mánaðarliga samsýning sambært avtalu.

Um tú hevur áhuga, kanst tú skriva eina stutta umsókn, har tú greiðir frá:

  1. Hví tú ynskir at vera volontør
  2. Tínar styrkir, sum tú ynskir at kunna brúka í starvinum
  3. Tínar royndir innan kristiligt arbeiði, bæði lokalt og td. á legum.

Umsóknin skal sendast til jakup@mission.fo. Freistin at søkja er 31. desember og starvið verður sett skjótast gjørligt í 2025. 

Hevur tú spurningar ert tú eisini vælkomin at set teg í samband við aðalskrivaran, Jákup Brúsá, á tlf. 720720 ella jakup@mission.fo


 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina