Starvslýsing: Vaskifólk til skrivstovuna í Nesvík
Kirkjuliga Heimamissiónin søkir eftir vaskifólki til at halda skrivstovuna í Nesvík reina. Talan er um vasking einaferð um vikuna, har tú sjálv/ur avgerð, nær hetta verður gjørt.
Uppgávan inniber vasking av skrivstovu-partinum í Leguhúsinum – at støvsúgva, vaska, støva av, vaska rútar eftir tørvi v.m.
Starvið verður sett skjótast til ber og verður lønt sambært avtalu.
Hevur tú áhuga, kanst tú senda umsókn til jakup@mission.fo. Freistin at søkja er 31. desember.