Endurlýsing: Dagligur leiðari til Hotell Ørkina í Reykjavík
Søkt verður eftir dagligum leiðara til Hotell Ørkina, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.
Ørkin hevur 20 kømur við 67 seingjarplássum, har morgunmatur er íroknaður gisting. Umframt matarsal eru fundarhølir á hotellinum. Ørkin er knýtt at Føroysku Sjómansmissiónini.
Leiðarin:
- hevur innlit í roknskap og hevur fíggjarliga og rakstrarliga ábyrgd av Ørkini
- skipar arbeiðið og hevur ábyrgd av starvsfólkunum
- røkir sambond við ferðaskrivstovur og viðskiftafólk
- samskipar kristilig tiltøk á og út frá Ørkini
- er jaligur og arbeiðssamur og skapar eitt heimligt huglag
- góðtekur og arbeiðir samsvarandi viðtøkum fyri Ørkina og kristna grundarlagnum
- vísir til formannin fyri stýrið fyri Hotell Ørkina
Vit bjóða:
- eitt spennandi, avbjóðandi og gevandi starv
- løn og setanartreytir sambært avtalu
- íbúð til leiðaran er knýtt at Ørkini
Umsóknarfreistin er 23. oktober 2023. Leiðarin byrjar 1. desembur ella eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða stýrinum í hendi í seinasta lagi 23. okt. 2023, og stílast til formannin fyri Ørkina, Torleif Johannesen, á torleif@mission.fo
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við formannin á tlf. 229024.