Dupultur OM aðalfundur

Mánakvøldið hevði OM Føroyar bjóðað til aðalfund. Í veruleikanum var talan um dupultan aðalfund, tí aðalfundurin í fjør varð avlýstur orsaka av korona. Tað var tí ikki óvæntað, at Absalon Áargarð, formaður í OM, í síni formansfrágreiðing greiddi frá, at korona hevði stóra ávirkan á 2020. – Vit høvdu stórar vónir til 2020, segði hann. Logos Hope skuldi koma á vitjan í Føroyum, og vit høvdu stórar vónir til TeenStreet.

Men, so kom korona, sum hevði stóra ávirkan á nógv fólk, sum antin vóru úti í missión ella á Bíbliuskúla hjá OM. Summi av hesum komu heim í úrtíð, meðan onnur vórðu noydd at vera longri úti, enn tey høvdu væntað. Men, øll hava tað gott.

Farsóttin hevði eisini við sær, at Logos Hope ongantíð kom til Føroya. Stóra TeenStreet legan í Týsklandi varð eisini avlýst. Ístaðin vórðu fleiri TeenStreet legur hildnar runt um í Føroyum. Upp ímóti 800 tannáringar, leiðarar og hjálparfólk vóru við á legunum. Í 2019 vóru 370 føroyingar á leguni í Týsklandi.

LES EISINI  Ólavur Jacobsen trúboðari í Íslandi frá ársskiftinum

Tað vóru fleiri innsløg á skránni hetta mánakvøldið. Margareth Djurhuus greiddi frá TeenStreet Europa, har hon er vorðin partur av leiðsluni. Anton í Liljudali framførdi nakrar sangir, og Danjal av Rana legði roknskapin fram. Í samband við framløguna greiddi Danjal frá, at Løgtingið hevði játtað stuðul til fleiri verkætlanir hjá OM runt heimin. Hesar verkætlanir høvdu til endamáls at undirvísa um reinføri og at býta hjálparpakkar út, fyri at minka um avleiðingarnar av korona.

Men hvussu við 2021?

Tíverri verður tað heldur ikki møguligt at samlast til TeenStreet í Týsklandi í ár. Ístaðin verður arbeitt við at hava TeenStreet aftur í Føroyum í summar. Hetta verður í døgunum 5.-7. august, har møguleiki er fyri at leggja dagarnar 4. og 8. august afturat. Hesum greiddi Andrias Magnussen, sum er partur av føroysku TeenStreet leiðsluni, frá. Tað er ikki endaliga avgjørt, um talan verður um eina stóra legu í Føroyum í summar, ella um talan verður um fleiri smærri, soleiðis sum gjørt var í fjør.

LES EISINI  Síðst í apríl vitjar nýggi leiðarin hjá Sat-7, Rita Elmounayer, Føroyar

Sum nakað nýtt, so umhugsar OM Føroyar at byrja eitt arbeiði í Íslandi. Tað er ein grunleggjandi hugsan í OM at náa tey ónáddu við gleðiboðskapinum. Somuleiðis er tað ein grundleggjandi tanki, at støðið verður tikið í nærumhvørvinum.

Í Íslandi hava tey flestu nokk, á ein ella annan hátt, hoyrt um Jesus, men tað er langt ímillum tær livandi meinigheitirnar, segði Jóhan Petur Johannesen, sum eisini greiddi frá, at hann saman við dagliga leiðaranum í OM, Danjal av Rana, er við at leggja ein túr til Íslands til rættis, so skjótt sum Íslandi letur upp aftur.

Hóast farsóttin tók luftina úr fleiri av teimum stóru ætlanunum fyri 2020, so heldur arbeiðið hjá OM fram. Sum Absalon Áargarð endaði formansfrágreiðingina hjá sær við at siga: – Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bera, men vit vita, at Gud ber framtíðina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina