Eftir 5 ár á Amager: Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni skal hava nýtt navn
Nú jólafestirnar fyri børn og vaksin hava verið, hava vit prátað við Heðin Arge, formann fyri føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni, um hetta arbeiðið, sum í skjótt 40 ár hevur verið andligt heim fyri nógvar útisetar í Keypmannahavn.
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni byrjaði sum ein bíbliubólkur við føroyskum lesandi, og í 1980 fingu tey innivist í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, har tey nutu bestu sømdir í mong ár. Prestur í kirkjuni tá var Ole Askov Olsen, sáli, sum var sera góður við ungu føroyingarnar. Fyri nøkrum árum síðani var av ymsum orsøkum neyðugt at flyta møtini til LM-kirkjuna á Kirkegårdsvej á Amager.
– Hetta hálvárið hava vit sæð fleiri nýggj fólk, og tað gleðast vit um. Hvørjaferð ein nýggj lestrarhálva fer í gongd, gleða vit okkum til at síggja, hvørji koma niður, og royna at taka væl ímóti teimum, sigur Heðin Arge.
Stór útskifting
Har ungir lesandi útisetar koma saman, verður altíð ein ávís útskifting av fólki, og so er eisini í Eliaskirkjuni, sum arbeiðið framvegis verður nevnt, hóast tey nú húsast aðrastaðni.
– Seinastu árini hevur verið sera stór útskifting. Tey flestu av teimum, ið høvdu verið í Keypmannahavn í fleiri ár og høvdu verið virkin í arbeiðnum, fluttu heim.
Tað er natúrligt, at fólk flyta heim aftur, men tað sermerkta hesaferð var, at øll fluttu heim næstan samstundis.
Tað hevur eisini verið tann stóra avbjóðingin seinastu tíðina, sigur Heðin.
Arbeiðið verður leitt av einum stýri, og eftir einum ári varð alt stýrið skift út. Afturat Heðini manna Lilja Gregersen, næstforkvinna, Petur Pauli Mikkelsen, kassameistari, Annika O. Sørensen, skrivari, og Josefina Prestá, kunningarfólk, nú stýrið.
Styrkt bondini til Føroya
– Men tað er eisini ein ávísur tryggleiki í hesari útskiftingini. Tí vit hava seinastu árini raðfest sambandið við missiónshús og Heimamissiónina í Føroyum, fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum flyta niður at lesa, at koma í Eliaskirkjuna, og somuleiðis lættari hjá teimum, sum flyta heim, at koma í eina meinigheit í Føroyum. So hóast vit sakna tey, ið eru flutt heim, fegnast vit samstundis um, at tey eru virkin í Føroyum, greiðir Heðin frá.
Nógv tiltøk
Heðin letur væl at møtunum, sum eru hvønn sunnudag klokkan 16 í LM-kirkjuni á Kirkegårdsvej 21 á Amager:
– Møtini í heyst hava verið góð og gevandi, og tað eru nógv, sum vilja taka ábyrgd og tæna, og tað er gleðiligt.
Hetta hálvárið verður altíð endað við eini rimmar jólaveitslu við dunnu og øllum góðum, og henda veitslan var seinasta leygardag.
Eliaskirkjan skipar eisini fyri sunnudagsskúla á Oyrasundskollegiinum, og hann hevur næstan líka nógv ár á baki sum møtini í Eliaskirkjuni. Sunnudagsskúlin er hvønn sunnumorgun klokkan 11. Hesa arbeiðsgrein raðfesta tey høgt, og tá koma eisini børn og vaksin, sum ikki koma til onnur boðandi tiltøk.
– Vit leggja stóran dent á at fortelja um Jesus og syngja góðar sunnudagsskúlasangir.
Sunnudagsskúlin endar eisini við einari jólafest, sum í ár varð hildin í somu hølum sum sunnudagsskúlin; tað var næstseinasta sunnudag, sigur Heðin.
Andaktir á sjúklingahotellinum
Eitt annað arbeiði, sum Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni er partur av, er at halda andaktir á Hotel Tórshavn.
– Ein bólkur hevur andakt annaðhvørt hóskvøld á sjúklingahotellinum. Vit hava sera gott samstarv um hetta við Borgny Brünings-Hansen, sum er føroyskur prestur í Hans Egede-kirkju. Hesar løturnar síggja vit øgiliga stórt í, og vit eru takksom fyri møguleikan at koma út til føroyskar sjúklingar og avvarðandi teirra at hava eina andakt, syngja saman og fáa eitt gott prát aftaná, greiðir Heðin frá.
Upprunaliga byrjaði eliaskirkjuarbeiðið við einum bíbliubólki, og eftir ein steðg eru tey júst farin undir at hava bíbliubólkar aftur. Tað eru tríggir bíbliubólkar, ein við monnum og tveir við báðum kynum.
– Í smærri bólkum kunnu vit seta okkum saman at lesa Guds orð og læra Jesus betur at kenna, samstundis sum vit verða nærri knýtt saman, sigur Heðin.
40 ár og nýtt navn
Í september næsta ár verða 40 ár, síðani Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni varð sett á stovn.
– Tað ætla vit sjálvandi at gera nógv burturúr, og tað verður allarhelst hæddarpunktið í 2020, sigur Heðin.
Samstundis umhugsa tey navnabroyting, tí tað eru skjótt fimm ár síðani, at arbeiðið varð flutt úr Eliaskirkjuni og út til LM-kirkjuna á Amager, har tey trívast sera væl.
– Navnið er framvegis tað sama, men tíðin er komin at arbeiða við einum nýggjum navni, sum hóskar til nýggja veruleikan,
sigur Heðin – uttan av avdúka nakað um, hvat navnið verður.
Tá sunnudagsmøtini byrja aftur í januar, vóna tey at síggja nøkur nýggj andlit, sum tey kunnu bjóða hjartaliga vælkomin, hóast tað ikki eru líka nógv, sum flyta niður um ársskiftið.
At enda takkar Heðin meinigheitum og einstaklingum í Føroyum, sum biðja fyri teimum og stuðla teimum.
– Vit vilja fegin boða gleðiboðskapin fyri føroyingum í Keypmannahavn og vísa á Jesus sum tann einasta vegin, sigur Heðin.
Um fólk vilja stuðla Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni peningaliga, ber til at flyta eina gávu á kontu í Norðoya Sparikassa: (9865) 103.758.1