– Eg havi sæð tørvin!

Annika Christiansen av Strondum var í fjør tríggjar mánaðir í Moldova, har hon gjøgnum felagsskapin OM luttók í hjálpiarbeiði millum børn og eldri fólk.

– Eg havi sæð, hvussu stórur tørvurin er á hjálpiarbeiði út í heimi, og at mong trongja til umsorgan og kærleika. Og so er tað so gevandi at síggja, hvussu glað tey verða fyri ta hjálp, tey fáa, sigur hon.
Annika ætlar sær avstað aftur til Moldova í summar.

– Eg ætli mær avstað aftur einar tvær-tríggjar vikur í summarferiuni. Hesaferð fara vit at sigla eftir eini á, sum eitur Nistru, og sum rennur gjøgnum alt landið. Vit fara at byggja okkara egna flaka og so fara vit at rógva eftir hesi ánni og steðga á í bygdunum, sum liggja framvið, hava møti og gera ymiskt hjálpiarbeiði. Eg veit, at onkrir føroyingar hava roynt hetta og lótu væl at, sigur hon.  
Annika er glað fyri hesa tíðina í Moldova, og hon sigur, at hon hevur opnað eyguni á sær fyri, at tey eru nógv, sum ikki hava tað gott, og at vit í Føroyum mugu vera meiri takksom fyri tað, sum vit hava.

Les alla samrøðuna við Anniku í Trúboðanum, sum kom út beint fyri páskir.