Eisenberg Hansen til minnis

Sunnudagin 11. februar andaðist skopuningurin Eisenberg Hansen 72 ára gamal.
Hann vaks upp í Skopun, sum miðlingur av 7 systkjum. Hann fekk gott í beinið, bæði handaliga og andaliga.
Liðugur við barnaskúlan dróg sjógvurin, sum gjørdist hansara arbeiðspláss meginpartin av arbeiðslívinum. Hann sigldi sum messur, kokkur, dekkari, stýrimaður og sum skipari.
Mong eru skipini og manningarnar, ið hava notið gott av arbeiðsmegi og vitsku hansara.

Eg visti um Eisenberg frá ungdómsárunum av, men 16. august 1977, føðingardagin hjá Eisenberg, hittust vegir okkara umborð á rækjutrolaranum Orion, sum tá fiskaði rækjur í Grønlandi. Eisenberg var stýrimaður. Tá varð vinarband knýtt okkara millum og tað hevur verið hugaligt at hitt hann, bæði í Skopun, umborð á skipum, bátum og aðrastaðni.
Í 2001 hittust vit aftur á skipsdekki, og tá umborð á Sout Island, sum fiskaði rækjur á Flemish Cap. Eisini tá var Eisenberg stýrimaður, og vit høvdu mangar góðar løtur saman.

Eftir tað hittust vit av og á, og tað var altíð hugaligt at hitta hann. Áhugin fyri skipum, bátum og fiskiskapið fylti nógv í huga hansara, ja, hevði hansara stóra alsk.
Eisini hittust vit av og á til møtir, eftir at hann í 1990-unum byrjaði at syngja við Manskórinum av Sandoynni. Hann var glaður fyri sang, og var fegin yvir at kunna syngja um Jesus.
Í búnum aldri giftust hann og Louisa Niclasen í 2010. Hann flutti inn í heim hennara á Hegsbreyt í Havn, men var fegin hvørja ferð hann vitjaði í Skopun, har hann hevði seyð og jørð. Hann sigldi ikki nógv eftir tað, men arbeiddi ymiskt uppi á landi.
Hann var eisini ein hollur stuðul hjá Louisu, í arbeiði hennara, sum skrivari í KFUK í Havn. Hann var góður við Louisu og hon við hann.
Hann sang við streingjakórinum á Argjum, og tað dámdi honum væl.
Eisenberg var vinarligur og familjukærur, og tað var altíð hugnaligt at koma inn til teirra.
Trúgvin á Jesus gjørdist tíðiligari og tíðiligari við árunum, og tað skammaðist hann ikki við – tvørturímóti.

LES EISINI  Jóhan Edvard Fuglø til minnis

Síðstu árini hevur heilsan bila og síðstu mánaðirnir tók sjúkan yvirhond, við tí úrslitið, at sunnukvøldið 11. feb. andaði hann fyri seinastu ferð.

At Eisenberg var familjukærur, vinarligur og avhildin og hevði nógvar vinir frá arbeiðs- og trúarlívið, vitnaði stóra fjøldin um, sum fylti Vesturkirkjuna, tá hann fór til gravar.

Góða Louisa og familja hansara. Jesus signi og styrki tykkum í sakni og sorg tykkara.
Gott er at vita, at Eisenberg kundi taka undir við sanginum Argjakórið sang til jarðaferðina:

Nú eg ferðist gjøgnum lívið her,
og eg ofta stríðast má.
Men har heima har sum Jesus er,
gleði stór mær væntar tá.

Heima, og har heima,
eingi tár har renna eins og her.
Heima, og har heima,
har sum Harrin Jesus er.  
Missiónssangbókin nr.552.

  • Myndin av Eisenberg er tikin umborð á Sout Island juli 2001
  • Manskórið av Sandoynni umborð á Ingibjørg 21. sept. 1996. Teir høvdu sungið á Strondum, og vóru ávegis aftur til Skopunar. Eisenberg er nr. 6 frá vinstru.
LES EISINI  Timothy Keller, deyður!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina