Eitt búmerki við týdningi fyri lívið

– Eg hevði hug at útbyggja tað enn meir, við at lata búmerkið verða eitt vitni í sjálvum sær, greiðir Paula S. á Torkilsheyggi frá um búmerkið, sum hon fyri kortum gjørdi til Meinigheitshúsið á Skála.

Tað var í sambandi við arbeiðið at klæða sunnara skjøldur á Meinigheitshúsinum, at eitt gamalt ynski um at gera navnið á húsinum sjónligari á sjálvum bygninginum, aftur fekk skap. Ymisk hugskot um eitt búmerki vórðu vend, áðrenn pápi Paulu, Sámal Petur Lervig, sum leiddi arbeiðið, bað hana gera eitt uppskot.

Trý symbol í einum

– Eyðkennismerkið á samkomuhúsum og kirkjum er ofta krossurin, og hann er eisini virðismikil, heldur Paula, ið arbeiðir sum grafiskur sniðgevi, og hon heldur fram: – Eg hevði hug at útbyggja tað enn meir, við at lata búmerkið verða eitt vitni í sjálvum sær og vera ein ímynd av Jesusi, Heilaga Andanum og orðinum.

Tað endaliga búmerkið kom tí at fevna um trý symbol. Niðast ein bíblia, og haðani rísur ein dúgva upp móti krossinum, sum er ovast.

LES EISINI  Útsendingargudstænasta á Skála leygarkvøldið

Paula greiðir frá, at hon hevur lagt dent á, at vit møta Gudi í Orðinum:

– Fyri at skilja og kenna Gud, vera honum nær, mugu vit hava ífylling. Bíblian er okkara ífylling, sigur hon og vísir á, at ”menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni” (Matt 4,4).

– Fyri at hava eina livandi trúgv, má Heilagi Andin vera virksamur í okkum, greiðir Paula frá. Tí sær tú í búmerkinum Heilaga Andan, umboðaður av eini dúgvu.

Ovastur er krossurin, tí Jesus sigur í Jóhannes 14,6, at hann er vegurin og sannleikin og lívið, og at eingin kemur til faðirin uttan við honum. Paula S. á Torkilsheyggi ger vart við, at teir tríggir liðirnir tilsamans eisini avmynda tríeindina: Faðirin, sum vit møta í orðinum, Heilaga Andan í dúgvuni og Jesus á krossinum.

Nógv steðga á og hugsa um boðskapin

Tað er nú ein mánaður síðani, at búmerkið, skorið út í stáli, varð sett á Meinigheitshúsið, og nógv bygdafólk hava verið glað fyri tað vakra úrslitið. Ikki minst tykist tað, sum at tað hevur eydnast at gera eitt búmerki við einum vitnisburði, soleiðis sum Paula vildi. Tí nógv hava steðgað á og skoðað tað nýggja búmerkið, meðan tey hugsa um samspælið millum bókina, dúgvuna og krossin. Kemur Heilagi Andin út úr bíbliuni, ella sveimar hann yvir henni? Og hvussu bindir Heilagi Andin bíbliuna og krossin saman? Tað eru einans nakrar av hugleiðingunum, tú hoyrir frá fólki, meðan tey standa hugtikin undir búmerkinum.

LES EISINI  Beinleðis av Skála
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina