Eitt hjartanemandi bræv til heimin frá eini afganskari gentu.
«Er hetta nakað lív? Er hetta mannarættindi?» spyr Armineh, ein ung afgansk genta, í einum hjartanemandi opnum brævi til Sat-7 Pars. Sat-7 Pars sjónvarpstøðin sendir á persiskum máli, sum verður tosað í Afganistan. Armineh sigur, at hetta er endin á øllum hennara dreymum, nú Taliban hevur tikið leiðsluna aftur í landinum. Hon ynskir at allur heimurin skal hoyra hennara rødd ígjøgnum brævið.
«Við táravættum eygum skrivi eg tað niður sum fyllir mítt hjartað. Eg skrivi undir fulkomnum ruðuleika í hesum døgum, her so nógv hjørtu eru brotin, her so nógv liva í vónloysi og eru fylt av sorg.
Undan hesum døgum vóru eisini nøkur ár við kríggi og stríði men eisini við gleði og framgongd, sum vit ikki mugu gloyma, men tað vardi bara so stutt.
Og tá eg hugsi um hesi árini nú, so kennast tey sum ein heilt annar heimur. Ein heimur, har alt var annarleiðis; har eg kendi til látur og frið og kendi meg at vera á lívi. Ein himmalskur dámur.
Tann 15.august 2021 tók Taliban valdi í landinum og tað var endin á mínum dreymum. Eg misti vónina – tað kendist sum allar hurðar lótu seg aftur fyri mær. Fólki var í ótta og ræðslu, tá tíðindini bórust um, at forseti okkara var rýmdur av landinum. Øll mistu vónina sum tey høvdu og umstøðurnar blivu sera torførar.
Eg havi ikki longur styrkina til at tala og skrivi tí hetta brævið, fyri ígjøgnum pennin, at gera vart við pínuna eg kenni og gera tykkum varan við líðingarnar hjá milliónum afganum.
Eg ynskti sjálv at gerast politikari. Men við øllum avmarkingunum, sum tann nýggja leiðslan vil seta í verk, so trúgvi eg ikki longur, at hetta verður ein framtíð fyri meg. Undir hesi leiðsluni koma gentur og kvinnur ikki at fáa somu rættindi í samfelagnum. Tey rættindi vit fingu eftir 20 ára stríði blivu javnaði við jørðina eftir bert nøkrum fáum døgum.
Eg síggi ikki nakra ljósa framtíð, hvørki fyri meg sjálva ella nakra afganska kvinnu. Vit vera fangaðar í einum chador (burka), har vit bert síggja ígjøgnum eina lítla opnu um eyguni, sum ígjøgnum vindeygarimar í einum fongsulskliva og á tann hátt liva okkara lív.
Er hetta nakað lív? Er hetta mannarættindi? Eitt lív har tú livir sum ein fangi.
Eg hevði vónir, men hetta tíðarskeiðið í landsins søgu, ger enda á øllum mínum dreymum.
Eg biði tykkum so inniliga um at lata heimin hoyra mína rødd, tí vit hava ikki styrki til at liva í hesum landi. Eg havi hugsa nógv um hetta, men eg síggi ongan annan veg.
Framtíð okkara er í tykkara hondum. Hjálpi okkum úr hesum fongslinum – vit orka ikki longur at skula liva sum fangar.
Kelda Sat-7, leystliga umsett
Latið okkum minnast afganska fólki í bønum okkara. Okkara trúarsystkin liva undir sera truplum umstøðum. Panayiotis Keenan, sum er leiðari á Sat-7 Pars sigur:”Okkara sjónvarpshyggjarar í Afganistan heita á okkum um at biðja fyri teimum. Tey eru bangin fyri eini vandamiklari og ótryggari framtíð og kenna seg burturgloymdan. Vit vilja framhaldandi standa við teirra lið og stuðla teimum gjøgnum okkara sendingar og framhaldandi fylgja við støðuni, sum vit frætta frá okkara toymið í Afganistan.”