– Endamálið er at boða gleðiboðskapin, styrkja trúnna og felagsskapin

Soleiðis sigur Jónas Gullaksen, formaður í ungdómsnevndini í Emmaus í Klaksvík.

-Vit hava ungdómsmøtir hvørt fríggjakvøld klokkan 20, sum vit hava havt í áravís. Vit savnast í Stórasali og á skránni er sangur, tala, tað kann vera eitt ávíst evni, t.d. brøv í Nýggja Testamenti, persónar í Gamla Testamenti. Viðhvørt taka vit ymisk evni upp, sum eru uppi í tíðini og fáa tey lýst bíbliskt.

Nøkur kvøld eru skipaði øðrvísi, sum til dømis í kvøld, tá vit hava ein bíbliutíma og sita við borð í kjallaranum. Vit ætla at hava líknandi kvøld til dømis einaferð um mánaðin. Vit skipa møtini, so fólk eru, sum leiða, spæla, byrja og enda. Drekka og hugni er eisini ein fastur partur av kvøldunum, greiður Jónas frá og leggur afturat:

-Um summarið skipa vit okkum øðrvísi. Tá hava vit ungdómsmøtini í ymiskum heimum, hóast ikki líka nógv er á skránni. Men sangur, bøn, andakt, drekka og hugni er hvørt kvøld.

LES EISINI  Leif Rasmussen talar á dýrabiðidagsstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Í januarmánaði høvdu vit legu á Toftum, og vit hava verið í Mikladali og aðrastaðni. Genturnar hava viðhvørt sínar egnu legur, og tær hava eisini ein gentubólk.

-Uppmøtingin er ymisk, heilt frá 10 -15 og upp í 30 fólk. Í miðal eru vit um 20 ung, sum hittast. Endamálið við ungdómsmøtunum, er at boða Guds orð til tey ungu; styrkja tey í trúnni og at koma saman við øðrum trúgvandi, sigur Jónas at enda.

Hinir í ungdómsnevndini eru Tórleivur Rasmussen, Stetffan Rosenlund Olsen og Hjalmar Waag Arge.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina