Ert tú til reiðar?

KFUM&K í Klaksvík bjóðar hjartaliga vælkomin til eitt ungdómstiltak í kvøld klokkan 20.

Á skránni verður nógvur lovsangur, samtala og forbøn. Tey hava gjørt nógv burturúr einum bønarrúmi, sum ein kann vitja fyri seg sjálvan. Talari verður Tom Jacobsen úr City Church í Havn.

Evnið er “Ert tú til reiðar?” út frá líknilsinum um ‘tær tíggju moyggjarnar’ (Matt 25,1-13).

Hetta er partur av missiónsvikuni, ið er alla hesa vikuna í KFUM&K, og tey ungu eru spent at lata húsið upp fyri fólki. Hóast tað er eitt ungdómstiltak, eru øll hjartaliga vælkomin.

Eitt tað mest umráðandi, ein trúgvandi kann gera, er at biðja, og ungdómsleiðslan takkar fyri forbøn fyri hesum tiltakinum, um at fólk venda um til Jesus.

Bjóðið vinum við, og komið og verið við til at tilbiðja Harran saman!

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina