Fá tær sæti

“Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Gud hevur reist og ikki maður” (Hebr 8,1-2).

“Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur,” lesa vit her.

Vit hava! Tað høvdu tey ikki í Ísrael. Gjøgnum alt Gamla testamenti hoyra vit um mangar høvuðsprestar, men ongantíð yvirhøvur, at høvuðspresturin setti seg í tabernaklið ella templið. Ymiskir lutir vóru settir runt um í halgidóminum. Men stólar vóru ikki. Vit hoyra sanniliga um ein “náðistól”. Men tað var lokið á sáttmálaørkini, ikki ein stólur at sita á.

Hví kundi høvuðspresturin ikki seta seg í tabernaklið?

Svarið finna vit í Hebrearabrævinum 10,11:
“Og ein og hvør prestur stendur dags dagliga og ger tænastu og ber fram fleiri ferðir hini somu ofrini, sum tó aldri kunnu taka burtur syndir.”

Høvuðspresturin í Gamla testamendi bar fram blóð av oksum og bukkum til Guds.

Men tílík offur kundu ongantíð bøta fyri syndir ella taka burtur syndaskuld.

Tey góvu onga endaliga loysn av syndatrupulleikanum. Tí máttu ofringarnar endurtakast:

  • Tað, sum presturin gjørdi ein dag, mátti hann endurtaka dagin eftir.
  • Tað, presturin gjørdi í eitt ár, mátti hann endurtaka næsta ár.
  • Tað, sum presturin gjørdi alt sítt lív, mátti ein nýggjur prestur endurtaka á sama hátt. Hann bleiv ongantíð liðugur. Hann fann onga endaliga loysn.
LES EISINI  Hvat er umvending?

Men hoyr, hvussu Hebrearabrævið 10,12 tekur í aftur:
“Men hesin (Jesus) hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur við alla við høgru hond Guds.”

Jesus bar seg sjálvan fram fyri Gud sum eitt fullkomið offur. Hann doyði fyri alla heimsins synd. Einaferð fyri øll.

Soleiðis ber Jesu frelsuverk av øllum, at tað ongantíð skal endurtakast.

Gud fekk tað, sum hann kravdi. Vit fingu tað, sum okkum tørvaði.

Jesus hevur tikið sæti hjá Gudi. Liðugt er hansara sáttarverk. Gud er nøgdur. Og Jesus hvílir frá sínum gerningi.

Tá ið Gud er nøgdur við Jesus, áttu ikki eisini tú og eg at verið tað?

Liðugt at streva við teimum góðu gerningunum! Gudi tørvar ikki fleiri ófulkomin offur. Hann vil taka ímóti okkum, soleiðis sum vit eru. Fyri Jesu skuld.

Fá tær sæti! Trúgv Jesusi. Og hvíl í evangeliinum.

 

Til umhugsanar…

So stórt, mín Gud, at eg títt barn kann vera,
og liva í tí fríu náðipakt.
Har alt er fullgjørt, eg skal einki gera,
men finna hvíld í tí, tú hevur sagt.

(Jesper Krogdal, 1946)

LES EISINI  Friður

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina