Fer nú á rækjuveiðu

– Skipið hevur verið á toskaveiðu við Eysturgrønland og er nú inni á Hafnafjørðinum og landar og skiftir nakrar av manningini. Ætlanin er so at fara í Barentshavið á rækjuveiðu, sigur skiparin á grønlendska trolaranum Tasermiut, Rúni Niclasen.

Rúni og Ragnar Heinesen skifta um at vera skiparar.
– Tasermiut er eitt “multiskip”, tí vit kunnu bæði fiska, hagreiða og frysta tosk, svartkalva, makrel, sild og rækjur. Nógv er gjørt við skipið síðstu tíðina, so tað er í góðum standi og hevur nógvar møguleikar, sigur Rúni.

– Arctic Prime eigur trolaran. Manningin telur 26. Tað er sama reiðarí, sum átti Ilivileq, fyrrverandi Skálaberg, sum teir seldu til Russlands. Sum eg skilji, so er ætlanin, at hetta skipið skal fiska nakað av kvotuni hjá Ilivileq, sigur Rúni.

Tasermiut

Áðrenn Tasermiut fór avstað aftur týskvøldið, var Ólavur Jacobsen, nýggi trúboðarin á Ørkini í Reykjavík, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, og vitjaðu umborð.
Teir heilsaðu uppá manningina og uppá Ragnar og Rúna.

LES EISINI  Sí video frá hugnakvøldi á Ørkini.

Bøn varđ eisini biðin fyri skipi og manning.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitsla.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina