Filmsummæli: Bíblian: Bókin, ið hevur broytt heimin.
Jordan B. Peterson, hevur saman við The Dailywire gjørt ein dokumentar film, ið kallast “Logos & Literacy”. Filmurin snýr seg um hvussu Bíblian hevur ávirkað heimin.
Dokumentar filmurin tekur ymisk evnir upp, millum annað:
-Týdningin av teimum orðunum, sum verða nýtt í skapanarsøguni, bæði tann í 1. Mósebók og Jóhannes 1.
-Týdningin av at fólk fóru frá munligum frásagnum, til at skriva tekstir niður og hvussu kollveltandi hetta var fyri samfelagið.
-Um søguligu gongdina hjá Bíbliuni sum bók.
-Ávirkanina, sum Bíblian hevði, tí øll skuldu læra at lesa hana.
-Eisini koma tey inná, hvussu umráðandi sálmarnir eru. Hvørja ávirkan teir, saman við tónleikalíkum upplestri av Bíbliuni, hava haft á menningina hjá børnum og vaksnum.
-Hvussu hópframleiðslan av Bíbliuni byrjaði.
-Týdningin av umsetingum, og hvørja ávirkan tær høvdu á tey lokalu málini.
-Hvussu upprunin til modernaða vísind kom frá Bíbliuni, av tí at fólk granskaðu hana og sannleikarnar, sum hon vísti á.
Í filminum eru samtalur við ymisk fólk. Har eru millum annað, Keith Getty, yrkari av “In Christ Alone“, Vishal Mangalwadi, Kristin heimspekingur, og fleiri aðrar.
Eg skal ikki gera eina langa frágreiðing um øll evnini, sum filmurin tekur upp, men eg vil deila tvey ting, ið serliga ávirkaðu meg (tó at allur filmurin gjørdi tað).
Eitt sum eg helt vera áhugavert, var tá tosað varð um eina av teimum fyrstu prentaðu Bíbliunum, og um prísin á henni. Tað var sagt, at tað var ein hálv ársløn hjá einum bankaarbeiðara í Florence. Tá í tíðini, var tað eitt tað hægst lønti arbeiðið, sum var. Hetta var byrjanin. Av tí at Johan Gutenberg gav sær tíð og orku at prenta Bíbliur, og endaði við at fara á húsagang, tí tær ikki seldu, kunnu vit í dag lættliga keypa eina Bíbliu. Hetta hevur í síðsta enda, ført við sær, at allar flestu hús í øllum vesturheiminum eiga meira enn eina Bíbliu.
Eitt annað eg festi meg við, var at tað vóru ikki tey í Evropa, sum uppfunnu prentmaskinuna. Tað vóru asiatar. Men av tí at teirra grundleggjandi hugsan við lívinum var at finna innara frið, og at sleppa sær av við tær jarðarligu girndirnar, blivu bøkurnar heldur brúktar til pynt. Tey kristnu høvdu Guð og hansara orð í fokus, tí tað var strembanin eftir sannleikanum. Hetta var tað, ið veruliga setti gongd á bókaframleiðsluna, og sum gjørdi, at fleiri fólk vildu keypa bøkur. So útbreiðslan av bókum og orðum, byrjaði ikki í Asia men í Evropa av hesum grundleggjandi ymisleika av heimsfatanum.
Filmurin er á enskum máli, og tað verða brúkt fleiri faklig orð, so man skal sikkurt vera nokkso stinnur í enskum fyri at fáa alt við, men eg trúgvi at øll kunnu fáa stóra gleði av at seta sær 45 minuttir av at hyggja at hesum filmi. Hann var upprunaliga bert at finna á Dailywire.com, men er nú komin út á Youtube í eina tíð. Ger tær dælt av hesum og hygg.
Góðan filmshug.