Fleiri stuðulsmøguleikar, um tú ætlar tær á LMH

LMH verður bíbliuskúlin hjá Luthersk Mission í Danmark vanliga nevndur, og tað stendur fyri Luthersk Missions Højskole. Skúlin liggur í sera vakra umhvørvinum í Hillerød í Danmark, og nógvir føroyingar hava gingið á LMH gjøgnum tíðina.

Í síðstu viku gjørdi Trúboðin vart við ein serligan stuðul, sum 18-25 ára gomul kunnu søkja um, um tey ætla sær á bíbliuskúlan hjá Indre Missión í Børkop í Danmark. Henda sama stuðulin kann ein søkja um, ein ætlar sær á LMH í Hillerød. Talan er um “Rigsfællesskabets højskolestipendium”, sum ung í Føroyum, Danmark og Grønlandi kunnu søkja um, um tey ætla sær á háskúla í einum av hinum báðum londunum.

Hillerød er sera vakur býur, og LMH (niðast mitt á myndini) liggur ein stuttan spákitúr frá Frederiksborg Slot og Slotsparken (ovast mitt á myndini)

Ein kann fáa í mesta lagi 700 krónur um vikuna í í mesta lagi 20 vikur, men tað munar væl í samlaða roknistykkinum. Stuðulsjáttanin er avmarkað, og einans 18 føroyingar fáa játtað stuðul í 2020, og skipanin er galdandi fyri allar háskúlar í Danmark.

LES EISINI  Tilmeldingin til Podas er byrjað

Um ein ætlar sær á LMH næsta heyst, kann ein søkja um stuðul beint eftir nýggjár, men ein skal fyrst hava teknað seg til skúlan.

Her kann eina lesa meira, bæði um fleiri ymiskar stuðulsskipanir og um LMH. Millum annað er eitt filmsbrot, har ein fyrrverandi føroyskur næmingur greiðir frá, hvussu tað er at ganga á LMH. LMH veit, sum er, um tveir føroyingar, ið skulu á LMH í vár.

Á lmh.dk fæst alt at vita um Luthersk Missions Højskole

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina