Serlig stuðulsskipan: Tað er beint nú, at best er at søkja um upptøku á Børkop!

Júst nú er ein stuðulsupphædd játtað til háskúlauppihald, sum ung í Føroyum, Danmark og Grønlandi kunnu søkja um. Eitt av endamálunum, ein kann søkja um stuðul til, er Børkop Højskole, sum er bíbliuskúlin hjá Indre Missión í Danmark.

“Rigsfællesskabets højskolestipendium” eitur skipanin, sum felagið hjá fólkaháskúlum í Danmark umsitur. Stuðulin er ætlaður ungum í Føroyum, Danmark og Grønlandi, sum vilja á háskúla í einum av hinum londunum.

Upphæddin er avmarkað, og tí ræður um at skunda sær at søkja. Droymir ein um at fara á háskúla várið 2020, er tíð at søkja henda serliga stuðulin sum skjótast. Á Børkop eru pláss eftir í vár. Hugsar ein um heystið 2020, er umsóknarfreistin til henda stuðulin 1. mars. Stuðulsupphæddin er í mesta lagi 700 krónur fyri hvørja viku í 20 vikur, altso tilsamans 14.000 krónur. Til samanberingar kostar eitt vár ella heyst á Børkop umleið 37.000 krónur, so tað munar veruliga.

Nakrar treytir fylgja sjálvandi við. Ein skal vera millum 18 og 25 ár og hava fastan bústað í annaðhvørt Føroyum, Danmark ella Grønlandi og ætla sær á háskúla í einum av hinum báðum londunum. Formliga søkir næmingurin um stuðulin, men hann verður útgoldin til háskúlan, sum so mótroknar í gjaldinum hjá næminginum. Meira kunning um treytirnar er her. Ein kann eisini venda sær til Børkop Højskole og spyrja nærri. Tey hjálpa fegin. Ein kann skriva beinleiðis til fyristøðumannin, Robert Bladt, sum var í Føroyum í august: robert@imb.dk – ella til skúlan: imb@imb.dk Eisini ber til at ringja til Robert á (+45) 26 500 908.

LES EISINI  Høgni húsavørður á IMB
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina