Fólkakirkjan stórfund í Havn 18. januar
Biskupur bjóðar kirkjutænarum, kirkjuráðum og kirkjuráðslimum á stórfund á Hotel Føroyum 18. januar 2025.
Skrá:
- 08.30: Morgunmatur
- 09.15: Morgunsangur v/ Hanusi P. Jógvanssyni
- 09.25: Próstadømisráðið v/ Leivi Højgaard, formanni, og Una Næs, dómprósti
- 10.45: Steðgur
- 11.05: “Nýggja bíbliutýðingin – hvar bleiv hon av?” v/ Katrini E. L. Jacobsen, ritstjóra
- 11.20: Prestafelagið hevur orðið v/ Steintóru E. Joensen, forkvinnu
- 11.40: “Presturin við ongum faddrum” v/ Mariu Summers Nolsøe, sóknapresti
- 12.05: Døgurði
- 13.10: “Her møtast allir vegir” v/ Hera Joensen, sóknarpresti
- 13.40: Kirkjan, bygnaður og mál v/ Ova Brim, prósti, og Jógvani Fríðrikssyni, biskupi
- 14.45: Liðugt í seinasta lagi
Vinarliga sigið Unn Kalsoy, skrivstovufulltrúa frá, í seinasta lagi 7. januar 2025 á unn@kirkjan.fo ella tel. 237316 / 357316.
Takk fyri tænastuna í árinum sum fór.
Ynski tykkum Harrans signing nú og í ókomnum tíðum.
Biskupur