Formaðurin og aðalskrivarin á ferð í Suðuroy

Í gjár vóru Símun P. Jacobsen, formaður í høvuðsstýrinum, og aðalskrivarin í Heimamissiónini, Andrias Magnussen, á ferð í Suðuroy. Á túrinum var fundur við stýrini í teimum ymsu missiónshúsnum umframt fólk, ið standa fyri sunndagsskúla og junior í oynni.

Endamálið við fundinum var at møta teimum í Suðuroy og vera saman við teimum. Hetta er liður í ætlanini at ferðast runt og møta fólkunum í rørsluni.

Fundurin byrjaði við, at Símun hevði eina andakt. Síðani hevði Andrias eina framløgu um Trúboðan, sum er eitt tilfeingissavn, sum veksur hvønn dag. Vit vístu eisini á møguleikan hjá teimum í Suðuroy at vera við til at mynda Trúboðan og koma við tilfari.

Fundurin eydnaðist væl og bæði aðalskrivarin og formaðurin fegnast um dagin saman við góðum fólki.

Komandi tíðini verða væntandi eisini fleiri tíðindi frá teimum ymsu missións- og meinigheitshúsunum í Føroyum.

LES EISINI  Hevur tú hug at gista í Suðri?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina