Formansskifti í høvuðsstýrinum
Í dag, 4. juni 2023 eru júst 10 ár liðin síðani Símun Persson Jacobsen tók við sum formaður í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina. Hetta er samstundis seinasti dagur hjá Símuni sum formanni.
4. mai varð boðað frá, at høvuðsstýrið skal hava nýggjan formann, og hevur høvuðsstýrið síðani tá arbeitt við at kalla nýggjan formann. Málið dregur út og avgerð er tí tikin um, at Jan Johannesen úr Miðvági verður virkandi formaður, til nýggjur formaður er funnin.
Jan Johannesen var fyrstuferð valdur inn í høvuðsstýrið í mai 2011.
Vit vilja takka Símuni hjartaliga fyri hansara trúfesti og ídni í tænastuni sum formaðurin og biðja um Guds ríku signing yvir Jan, sum nú tekur við sum virkandi formaður.
Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina Andrias Magnussen, aðalskrivari.