Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

Teir útvið 170 áhoyrararnir fingu eitt lítið innlit í teir tankar og kenslur, sum røra seg í málinum um fosturtøku, tá ið Háskúlin í Nesvík (HIN) mánakvøldið bjóðaði til umrøðu av fosturtøkuspurninginum.  

Fyrst vóru tað Diana Reynstind, lækni, og Jonhard Jógvansson, prestur, sum høvdu hvør sín stutta fyrilestur. Eftir drekka vóru tað politikararnir, sum fingu talutíð, tá ið Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen komu við sínum hugsanum um, hvussu tey síggja fosturtøku spurningin.  

Evniskvøldið var partur í eini røð, sum HIN skipar fyri við heitinum Trúgv og Samfelag, har fólk við ymiskum sjónarmiðum sleppa at leggja sínar hugsanir fram. 

Eins og til fyrsta tiltakið var tað Ovi Brim, sum leiddi kvøldið. Hann minti á, at meira ósamdur tú ert við ein annan, penari skalt tú tosa við viðkomandi.  

Tað sást fleiri ferðir hetta kvøldið, at talan er um eitt eymt evni, sum ikki altíð er lætt at tosa um, og at tað krevur tí dirvi alment at siga sína hugsan um evnið.  

LES EISINI  Fosturtøka loyvd heilt fram til føðing

Tað stendur nógv uppá spæl, tá ið ein verður óætlað við barn. Talan er um lívið hjá mammuni (og pápanum). Og talan er eisini um lívið hjá ófødda barninum. Nær er talan um eitt menniskja, og hvat er tað, sum ger, at talan er um eitt menniskja? Og hvørji atlit skulu takast til mammuna, pápan og barnið? Og hvat við læknanum? 

Tað var greitt, at allir tríggir politikararnir, sum luttóku, vóru fyri at broyta fosturtøkulógina. Men, semja var ikki um, hvussu nógv hon skuldi broytast. Politikararnir vóru samdir um, at parturin av lógini, sum heimilar, at kvinnan kann verða dømd fongsulsrevsing fyri at hava fingið framt fosturtøku, skal strikast úr lógini. Somuleiðis skuldi møgulig fongsulsrevsing av læknanum, sum fremur fosturtøkuna, eisini strikast úr lógini. 

Bill Justinussen greiddi frá, hví lógini møguliga ikki longu er broytt, hóast tað er ymiskt í lógini, sum breið politisk semja er um. Sambært honum, so er orsøkin tann, at flest allir politikarar hava upplivað at taka eitt mál upp til viðgerðar, men tá ið málið so varð umrøtt og skuldi til atkvøðugreiðslu, so vísti politiska semjan at vera ein heilt onnur, enn man hevði vónað. Fosturtøkuspurningurin hevur stóran týdning bæði fyri tey, sum ynskja at lógin verður strangari, og fyri tey, sum ynskja eina linari lóg. Tí er tað, sambært Bill Justinussen trupult at taka lógina upp til viðgerð, tí vandi er fyri, at nýggja lógin verður heilt øðrvísi, enn ætlanin var. 

LES EISINI  Trúgv og Samfelag: Fyri vali og fríum lívi  (2. partur)

Hann segði eisini, at sjálvur hevði hann hug at trekkja seg úr kjakinum, tá ið fortalarar fyri fríari fosturtøku nevndu sera truplu etisku dømini við neyðtøku og blóðskemd (incest), og brúktu hesi dømini til at rudda vegin fyri eini lóggávu, sum skal vera galdandi fyri øll. 

Tiltakið varð tikið upp, og verður seinni lagt út á heimasíðuna hjá Háskúlanum og eisini her á Trúboðan.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina