Frá sjómanni til trúboðara og rithøvund
Trúboðin hevur prátað við John Myllhamar í Sandavági. Í samrøðuni greiðir John frá uppvøkstrinum í Skálavík, frá hendingum í sjólívinum og um arbeiðið sum trúboðari, bæði í Danmark og Føroyum.
Eitt annað, sum John Myllhamar hevur fingist nógv við, er at skriva bøkur. Hann hevur týtt nakrar bøkur, hevur skrivað tvær lestrabøkur umframt eina bók við føstulestrum. Seinastu árini hevur hann fingist mest við at skriva bókarøðina “Skakandi tilburðir”, har 13. bókin kom út fyri stuttum.