Fráfaringarløta fyri Øssuri

Øssur Kjølbro hevur starvast hjá Heimamissiónini í meir enn 13 ár. Hann byrjaði sum deildarleiðari fyri boðandi virksemið, áðrenn hann bleiv aðalskrivari í 2008. Á heysti í 2018 bleiv Trúboðin til eitt netblað. Stutt áðrenn hetta var Øssur blivin miðlaleiðari, og var hann tað, líka til hann fór í farloyvi í vár.

Síðst í september fór Øssur úr starvinum sum miðlaleiðari, og í gjár var fráfaringarløta hildin fyri Øssuri.

Les eisini Øssur fer úr starvi.

Løtan byrjaði við morgunmati, og Andrias Magnussen, aðalskrivari, bar Øssuri eina heilsan og takkaði fyri trúgva tænastu við einari gávu.

Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, Pól Jóhannesen, Torleif Johannessen, Ólavur Jacobsen og Jógvan Højgaard, Trúboðarar, høvdu eisini hvør sína heilsu at bera Øssuri. Felags fyri allar talurnar var, at teir vóru takksamir og róstu Øssuri fyri hansara ídni og trúfesti.

Øssur takkaði eisini fyri gott samstarv og blíðar heilsanir.

Eisini her á Trúboðanum vilja vit takka Øssuri fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur gjørt, og ynskja honum blíðan byr og Guds signing á leiðini víðari.

LES EISINI  Heimamissiónin á ferð: Hetta gevur styrki og kraft til at halda áfram