Freistin at tekna seg á oktoberlegu er 18.oktober

Síðsta vikuskifti í oktober verður ársins oktoberlega. Hetta er ein ungdómslega, fyri øll tey, ið ganga í 8. 9. og 10. flokki.

Evnið á leguni

Evnið á oktoberleguni í ár er GUDS LYFTIR. Í Gamla Testamenti lesa vit nógv um Guds lyftir t.d. lyfti um at ein dag skuldi ein frelsari koma – Jesus. Enn eru lyftir í bíbliuni, ið ikki eru uppfylt. Alt hetta fara vit at hoyra meir um á leguni.

Umframt bíbliutímarnar fara vit eisini at hava áhugatímar. Tað eru tímar, har vit hoyra um ymisk evnir, ið eru nógv frammi í samfelagnum og í miðlunum í dag, t.d. um fosturtøku, kyn og ítrótt.

Kom á legu í Nesvík vikuskiftið 28. – 30. Oktober! Eitt vikuskifti við góðum boðskapi, sangi og felagsskapi, har eisini tíð verður til hugna, spøl og kappingar.

Finalan um løgmanssteypið verður víst á stórskíggja leygardagin – so tað er eingin umbering 😉

Legan kostar 525kr, og tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding.

LES EISINI  Ung tosa um advent og jól

Síðsta freist at tekna seg er týsdagin 18.oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina