Fullteknað nýggjárslega í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum var ársins nýggjárslega í Nesvík. Nýggjárslegan er ein lega fyri ung í aldrinum 16 ár og uppeftir og plagar at vera vælumtókt.

Legan plagar at vera stór, men eingin var fyrireikaður upp á luttakaratalið í ár. ”Fyri bert fáum árum síðani varð skipað fyri legum, sum mundu blivið avlýstar, vegna væntandi luttøku, men í ár hevði eg hoyrt at tað vóru 100 ung á oktoberleguni, so vit væntaðu at tað fóru nokk at koma nóg nógvar tilmeldingar til at tað bleiv ein lega, men eg hevði aldrin væntað at vit skipaðu fyri einari fultteknaðari legu.” sigur Bjarta Á. Arge, sum var ein av høvuðsleiðarunum.

”Tveir dagar aftaná at freistin var farin stóðu 130 tilmeldingar á listanum. Fáar dagar áðrenn leguna fingu vit øll við, ið stóðu á bíðilistanum og fríggjadagin stóðu vit við 150 luttakarum á papírinum.” sigur Anna Klein Olsen, ið eisini var høvuðsleiðari á leguni.

Á leguni hoyrdu vit talu frá Andrias Magnussen, ið greiddi frá um Jesus, hvør hann er og hvønn týdning hann hevur fyri okkum. Eisini vóru spennandi áhugatímar og innandurakapping, sum eg haldi tey ungu dámdu væl. Samansjóðing og undirhald var á skránni um kvøldið og gjøgnum alla leguna varð serveraður góður matur.

LES EISINI  Nýggjárslegan byrjar í kvøld

”Tað er so rørandi at hoyra tey syngja og vitna um Jesus. Eg vil bara heita á øll um at biðja fyri teimum ungu, sum hungra eftir Jesusi.” siga høvuðsleiðararnir.

Tað er LUN (landsungdómsnevndin), sum skipar fyri legunum fyri tey ungu í heimamissiónini. Lun skipar fyri 4 legum um árið. Tvær legur – ungdómslegan og oktoberlegan/novemberlegan, sum er fyri ung í 8.-10. flokki og tvær legur – 17+ og nýggjárlegan, ið eru fyri tey, ið eru eldri og ikki hava aldur til hinar báðar legurnar longur.

Hinar legurnar í ár:

Ungdómslegan (8.-10. flokk): 13. – 17. juli
17+: 16. – 18. august
Novemberlegan (8.-10.flokk): 1. – 3. november

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina