Fýra eginleikar, sum tú skalt leita eftir hjá tínum komandi hjúnarfelaga

Fyri stuttari tíð síðani hátíðarhildu kona mín og eg enn ein brúdleypsdag. Vit góvu hvørjum øðrum gávur, hugdu eftir videonum frá brúdleypsdegnum, og ótu ein góðan døgurða saman. Vit bóðu saman, og takkaðu Gudi fyri okkara hjúnarband, og bóðu eftir at fáa nógv ár aftur, har vit kundu vera saman.

Skrivað hevur David Qaoud.
David er hjálparprestur í Bethesda Evangelical Church í St. Louis.
Kelda: thegospelcoalition.org

Vit mintust aftur á tað góða og minni góða á okkara hjúnabandsdegi. Eisini mintust vit tað stuttliga, m.a. hvussu presturin viðmerkti, at eg vísti til Charles Spurgeon í mínum brúðarlyftum. Okkara brúdleypsdagur er ein dagur, har vit gleðast um Guds góðsku.

Eg hevði ynskt, at hetta kundi verið sagt um øll kristin hjún.

Sum prestur havi eg bæði sæð og hoyrt nógv til beiska veruleikan, sum nógv kristin hjún livir undir í teirra hjúnarbandi. Tað ger meg sera keddan. Eg ivist ikki í, at um tey vóru meira tilvitaði, tá ið tey leitaðu eftir einum hjúnarfelaga, so høvdu tey kunna sloppið undan einum parti av hesi mótgongd.

Soleiðis hugsaði eg einaferð

Tá ið eg gav góð ráð í samband við hjúnalag, so vóru ráðini ofta hesi:

1) Gift teg við einum trúgvandi persóni.

2) Gift teg við einum, sum tú ert drigin at.

3) Um tit bæði eru drigin at hvørjum øðrum, og eru samd í tykkara trúgv, so eiga tit at umhugsa at gifta tykkum.

Endamálið við at geva tílík ráð var at sleppa undan at yvirandaliggera økið, sum ofta eyðkennir kristin, sum leita eftir einum maka. Eg royndi at eggja monnum at taka seg saman og bjóða einari av teimum nógvu góðu kvinnunum, sum teir vóru ímillum, út á date (ástarfund).

Men, eg síggi nú, at hesi ráðini vóru ov einføld.

Hóast øll ikki eru samd, so haldi eg framvegis, at tú eigur ikki at gifta teg við einum, sum tú ikki ert drigin at. Um tit ikki eru drigin at hvørjum øðrum, so kann kynslívið í hjúnarbandinum gerast avbjóðandi.

Men, hóast tit eru samd um trúnna, og eru drigin at hvørjum øðrum (í hesi raðfylgju), sum eru fortreytir fyri kristi hjúnarband, so síggi eg nú, at tað eisini eru aðrir eginleikar, sum vit skulu leita eftir í einum hjúnarfelaga, um tú ikki ynskir at vera ólukkulig/-ur eftir at hava sagt “ja”.

LES EISINI  Hjúnabandslega: At vilja og velja hvønn annan

Hvørjir eru hesir eginleikar?

1. Hygg frameftir og ikki aftureftir

Í fleiri ár var hann partur av einum brotsmannaliði í Los Angeles. Hann stjól, gjørdi seg inn á fólk og framdi órætt. Nú er hann prestur í Presbytansku kirkjuni, ein góður maður og pápi, og nú eisini abbi. Vinur mín er ein góð áminning um, at Jesus kann broyta lívi hjá einum og hvørjum, og at fortíðin hjá einum persóni hevur ikki líka stóran týdning sum framtíðin.

Lívið hjá einum persóni, áðrenn Jesus møtti honum ella henni, er ikki líka umráðandi, sum lívið nú, tá ið tey eru í ferðalag saman við Jesusi.

Hetta kann merkja, at tín komandi hjúnarfelagi hevur eina fortíð við kynsligum samlívi og møguliga børnum. Tað eru nógvir stakir menn í kirkjuni, sum avskriva ein annars góðan hjúnarfelaga, tí at hon fyrr hevur livað í einum kynsligum sambandi, uttan Jesus.

Tað eru nógv kristin, sum bíða við at fara í song saman til tey eru gift (tað er rætt og gott), men sum kortini eru snobbut og lunkað (sum ikki er rætt og gott). Hinvegin, so eru tað nógv, sum hava eitt kynsligt samband í fortíðini, sum eru ógvuliga gudrøkin. Ein tílíkur persónur er altíð ein betri hjúnarfelagi, enn tann fyrri.

Tá ið syndafulla konan vísti sína trúgv fyri Jesusi við at kyssa og salva hann um føturnar, eftir at hon hevði grátið, undraðist ein Fariseari, um Jesus ikki visti, hvør hendan konan var (Luk 7,36-50). Men, Jesus visti alt um hennara syndafullu fortíð, men hann fyrigav henni gleðiliga.

Ofta eru tað tey, sum hava tí “ringastu” fortíðina, sum eru tey bestu kristnu og teir bestu hjúnarfelagarnir.

2. Leita eftir sjálvstamarhaldi

Sjálvstamarhald, við tí endamálið at lovprísa Gudi og tæna øðrum, er ein tann størsta ábendingin um kristi sinnalag.

Øll menniskju falla, og siga okkurt galið (eg eri sekur í hesum), ella eta ov nógvan ís (hesum eri eg eisini sekur í). Men, tá ið ein persónur ikki hevur sjálvstamarhald á nógvum ymiskum økjum, so eiga vit at ansa okkum. Hugsa teg væl um, áðrenn tú giftur teg við einum, sum ikki hevur tamarhald á síni tungu, matarlysti ella kynsligu girnd.

LES EISINI  Veðurtænastur og trúarspurningar

Hugsa serliga um hesi bæði økini:

Porno: Kristnir menn og kristnar kvinnur, sum eru bundin av porno, hava brúk fyri at hoyra, at tann tríeindi Gud elskar tey, og at tað er nógv góð hjálp at fáa. Við at verða fyltur av náðini og við Heilaga Andans hjálp, so er tað møguligt at leggja hesa drepandi syndina av.

Men, í løtuni eru tey ikki klár at giftast.

Gift teg ikki við einum, sum er bundin av porno, og trúgv teimum ikki, tá ið tey lova at gevast við at hyggja, tá ið tit eru gift.

Órættvís vreiði: Tíðarskeiðið, tá ið vit leita eftir einum maka, hevur ofta sera nógvar píniliga løtur við nógvum spenningi við sær. Tað er tí ikki óvanligt, at partarnir kunnu gerast ørkymlaðir og argir. Legg ikki í hetta, men halt áfram. Men, hvat um persónurin aftur og aftur hevur hug at rópa eftir tær? Ja, so er støðan ein heilt onnur. Tá skalt tú umhugsa, um tú eigur at gera tað liðugt. Sum oftast, so royna vit at uppføra okkum pent, tá ið vit eru á date, meðan sanna muran ofta ikki kemur fram fyrr enn vit eru gift. Um tú ivast í orðalagnum, sum tú hoyrir nú, so verður hetta nokk bara verri, tá ið tit eru gift.

Ein persónur, sum aftur og aftur stríðist við at hava sjálvstamarhald á fleiri økjum í lívinum, er ikki klárur til at gistast.

3. Leita eftir einum, sum hevur eitt persónligt samband við Gud

At fara inn á kristnar dating heimasíður kann vera eitt gott hugskot. Lyklaorð sum “Kristin” ella “Eg elski Jesus” kunnu vera ein góð byrjan til eina samrøðu ella eina date. Men, fá tær ikki ein sjeik ella damu, bara tí at tey siga, at tey eru kristin. Tryggja tær, at tú hevur sæð andaliga ávøkstur áðrenn tit fara út aftur á date.

Tað tykist sjálvsagt, at persónurin er persónliga trúgvandi, men ein onnur góð síða við at giftast við einum gudrøknum persóni er, at vit ávirka hvønnannan. Um tú sum stakur ella støk hevur eitt regluligt bønarlív, gongur í kirkju ella á møti og lesur regluliga í Bíbliuni, giftir teg við einum, sum ikki livir soleiðis, so hevur tað ringa ávirkan á títt andaliga lív. Fólkini, sum vit búgva saman við, hava stóra ávirkan á, hvørji vit eru.

LES EISINI  10 orð eg ongantíð gloymi

Tað øvugta er eisini galdandi. Um tú giftir teg við einum, sum elskar Jesus og ynskir at vaksa í heilagleika, so ávirkar andaliga lívið hjá hjúnarfelagunum eisini teg.

4. Leita eftir einum glaðum og lívligum persóni

Sjálveymkan, tað at taka synd í sær sjálvum, er ein sjúka. Vit kenna øll persónar, sum altíð eru offrið, og sum eru sannførdur um, at tey hava uppiborið eitt betri lív. Tílíkur sjálvshatur sýgur gleðina úr lívinum á viðkomandi, og vil eisini súgva gleðina úr tínum lívi.

Ein prestur gav einaferð dóttur síni hesi ráð á hennara brúdleypsdegi: “Lat ikki lívsins sorgir forða tær í at gleðast.” Tílík ráð eru gull verd.

Persónlig synd, trupulleikar í familjuni, at uppala børn og fíggjarligir trupulleikar eru alt avleiðingar av at vit liva í einum falnum heimi, har 100-tals fíggindar royna at køva tína gleði. Tunglyndi er ein veruleiki. Eymkan og sorg eru ikki bara vanlig; tey eru sunn. At rópa til Guds og at hjálpa teimum sum syrgja, hevur sína tíð. Men, eisini í djúpastu neyðini, so hava kristin fleiri 1000 orsøkir til at gleðast í Gudi.

Ein kristin eigur ikki at vera ólukkuligur ella eydnuleysur alt árið. Gift teg við einum, sum er lættur í sinni, og sum dugir at gleðast. Gift teg við einum, sum gevur tær orku, og sum tær dámar at vera saman við. Tín hjúnarfelagi eigur at taka Gud í álvara, men ikki seg sjálva/-n.

Tú giftir teg altíð við tí skeiva

Ert tú bangin fyri, at tú fert at taka skeiva avgerð? Ikki vera bangin; tú fert at taka skeiva avgerð.

Øll gifta seg við skeiva persóninum. Orsaka av syndini, so eru øll skeiv. Men, hóast tú hevur rættan hugburð til siðspillu, og hevur umsorgan, so skalt tú kortini seta krøv til tann, sum tú giftir teg við. Bið um góð ráð frá trúgvandi fólkum, sum tú hevur álit á, og sum eru gift. Lat ikki tín góða longsul eftir at fáa ein hjúnarfelaga forða tær í at hugsa skynsamt um veikleikarnar (og møguligu avleiðingarnar av hesum) hjá tínum komandi hjúnarfelaga.

Andrias Magnussen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina