Fyrilestur avlýstur. Bert 2 kyn

Týskt universitet verður kritiserað fyri at avlýsa fyrilestur hjá lívfrøðingi um kyn.

Fyrilesturin hjá lívfrøðingi um, at tað bert finnast tvey biologisk kyn, varð avlýstur aftaná mótmæli. Nú ávara týskir miðlar um, at “cancel culture” er ein vandi fyri frælsið á landsins universitetum.

Upphavsmaðurin til sálargreining, eysturríkski professarin, Sigmund Freud var vanur at fáa harðar atfinningar, og í 1916 skrivaði hann í eini ritgerð, at vísindin ofta elvir til vreiði, ikki so nógv vegna vísindina, men tí, at læra hennara er før fyri at særa og vekja sera sterkar kenslur hjá fólki.

Marie-Luise Vollbrecht 

Uppáhald Freuds verður í hesum døgum sanniliga roynt, viðmerkir týski tíðindamaðurin Hilmar Klute aftaná eitt kjak um týska lívfrøðingin Marie-Luise Vollbrecht og hennara avlýsta fyrilestur á Humboldt-universitet í Berlin. Leygardag 2. juli skuldi hon sum liður í veitsluni ”Langa nátt universitetsins” halda ein fyrilestur á universitetinum, men leiðslan á universitetinum valdi at avlýsa tiltakið aftaná ógvislig mótmæli.

Løgfrøðingar aftanfyri mótmælini
Tað var serliga bólkurin, nevndur “Arbeiðsringurin hjá atfinningarsamum løgfrøðingum”, ið hevði nakað ímóti fyrilestrinum. Á sosialu miðlunum eggjaði hesin bólkur tey lesandi at boykotta tiltakið. Fyrilesturin bar heitið: “Kyn er ikki bert kyn. Sex, gender og hví tað innan lívfrøðina bert eru tvey kyn. Sambært bólkinum fór fyrilesturin bert at styrkja fíggindskapin ímóti teimum sonevndu queer-bólkunum í samfelagnum.

“Vit ætla at virka tætt saman ímóti transfobi. Her er onki rúm fyri queer-fíggindskapi á okkara universiteti,” boðaði bólkurin frá og almannakunngjørdi samstundis hóttanina: “Vit síggjast á gøtuni.”

“Er tað longu talan um transfobi, bert tí tú vísir til, at har finnast tvey biologisk kyn? Hugtakið er eitt slag av byrsuríð, ið øll hava loyvi at lata av – sjálvt tey, ið ikki tíma at halda seg fyri oyruni, tá próvgrundir verða førdar fram, sum tey ikki hava hug at hoyra,” skrivar Hilmar Klute í Süddeutsche Zeitung.

Talsmaðurin á Humboldt-universiteti í Berlin Boris Nitzsche boðar sambært tíðarritinum Focus frá, at tiltakið varð avlýst av trygdarorsøkum, men eisini, tí teir bóru ótta fyri, at “Veitsla vísindins” heilt fór at vera í skugganum av ósemjuni um fyrilesturin”.

Boris Nitzsche

”Í staðin fyri at verja frælsi vísindins í eini álvarsligari ósemju sum hesari, so velur man altso heldur sorgleyst at hátíðarhalda sínar akademisku veitslur,” ljóðar speiska viðmerkingin frá Hilmar Klute.

Nú ber til at síggja fyrilestur Marie-Luise Vollbrechts á YouTube í staðin. Í videobrotinum vísti hon virðing fyri hugburði transaktivistanna, men heldur tó fast um, at tað í biologiskum høpi bert finnast tvey kyn. Hon er vónbrotin um aftursvarið frá universitetinum.

“Tað er skilligt, men eisini skelkandi, at teir velja at bakka fyri víðgongdum og harðskapssinnaðum aktivistum, ið ikki hava skil fyri nakrari biologi. Eitt sakligt kjak er undir hesum umstøðum, ikki gjørligt.” Sigur hon til blaðið Bild.

Atfinningar móti leiðsluni á universitetinum
Aftaná at avlýsingin av fyrilestrinum gjørdist kend vítt og breitt, regna atfinningarnar niður yvir leiðsluna á universitetinum. Í týsku miðlunum er ikki stórt forstáilsi fyri, at universitetið ikki valdi at stuðla lívfrøðinginum í staðin fyri – sum nakrir atfinnarar orða seg – at leypa á hana aftanífrá. Nógv tíðindafólk, politikkarar og granskarar síggja málið sum eitt prógv fyri, at “cancel culture” hóttir granskingar- og talufrælsið á universitetunum.

“Eitt universitet eigur at kunna standa ímóti meiningum og starvsfólkum, ið víkja frá, og tað eigur ikki at boyggja seg fyri krøvum um “cancel culture”. Grundlógartryggjaðu rættindini og frælsið er nakað, ið ein, sjálvt við nokk so nógvum mótmælum, ikki bara kann “cancela” burtur,” skrivar tíðindakvinnan Silke Mertins í eini viðmerking til tíðindablaðið, Die Tageszeitung(eisini kent sum blaðið Taz).

Tíðindamaðurin, Reinhard Müller heldur eins og Silke Mertins, at universitetið við avlýsingini hevur gjørt seg inn á rættin hjá Marie-Luise Vollbrecht til at siga sína meining. Universitetið er rópt upp eftir mest týðandi kanningar- og granskingarfara heimssøgunnar Alexander von Humboldt, og Reinhard Müller skrivar í Frankfurter Allgemeine, at universitetið ikki er verdugt til longur at bera navnið á hesum mikla týskara.

Eisini millum professarar og lærarar er stór misnøgd við atferðina hjá universitetinum.

”Boykott, bakbit, happing ella beint fram harðskapur má ikki sigra. Á universitetunum má tað vera gjørligt fyri øll vísindafólk at leggja fram teirra gransingarúrslit, tesur og meiningar til alment kjak, uttan at skula óttast fyri nøkrum,” sigur leiðarin í Týska Universitetssambandinum, Bernhard Kempen til Berliner Zeitung.

Bettina Stark-Watzinger

”Vísindin livir av frælsinum og kjakinum. Tað er ein sannroynd, øll mugu kunna halda út,” heldur eisini týski kenslumálaráðharrin, Bettina Stark-Watzinger úr liberala flokkinum FDP til blaðið Bild.

Cancel Culture eitt altjóða rák
Mótvegis schweiziska blaðnum Neue Zürcher Zeitung ber Marie-Luise Vollbrecht ótta fyri, at avlýsingin av fyrilestrinum her bert er ein partur av eini gongd, ið júst nú fer fram í mongum londum í vesturheiminum. Sambært lívfrøðinginum eru líknandi tiltøk eisini avlýst á fleiri universitetum í USA, Onglandi og Týsklandi, bert tí fyrilestrarnir høvdu eitt innihald, sum av ávísum bólkum ikki varð hildið vera politiskt rætt.

Tíðindamaðurin á blaðnum, Jonas Hermann nevnir í hesum sambandi eisini bretska professaran í heimspeki Kathleen Stock, sum av lesandi varð stemplað sum transfob, tí hon eins og Marie-Luise Vollbrecht lærdi, at tað bert finnast tvey kyn biologiskt sæð. Mótmælini ímóti Stock vóru so ógvislig, at professarin í 2021 kendi seg noydda at siga starv sítt upp á universitetinum í Sussex.

Blaðstjórin í Neue Zürcher Zeitungs Fatina Keilani er skelkað um, at júst løgfrøðingar standa aftanfyri mótmælini ímóti fyrilestrinum hjá Marie-Luise Vollbrecht.

”Hugsanin er ikki til at halda út, um júst hesir somu løgfrøðingar, ið mangla eitthvørt forstáilsi fyri frælsi og stjórnarskipan, einaferð skulu gerast dómarar,” skrivar hon í Neue Zürcher Zeitung.

Fyrilestur kortini
Som aftursvar upp á skammaðu avlýsingina hevur universitetið nú boðað frá, at fyrilesturin kortini fer at fara fram og verður seinkaður til ein annan dag, men tað er ein avgerð, sum fyrst og fremst møtir vanvirðing í miðlunum. ”At fyrilesturin nú fer at henda kortini, bara seinni, ger ikki málið betri. Skaðin er hendur, og boðskapurin er longu farin út, nevniliga at Humboldt-universitetið í Berlin ikki er staðið til at hava eitt opið kjak,” skrivar Silke Mertins í Taz.
Kristelig Dagblad: Heidi Dachs

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina