Fyrilestur við J. Warner Wallace beinleiðis í kvøld
Seinastu tvær vikurnar hevur KFS Føroyar skipað fyri tveimum fyrilestrum. Ragnhard Petersen hevur tosað við John Lennox um bókina og evnið ”Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?” og við Peter J. Williams um evnið ”Eru evangeliini álítandi?”, sum hann eisini hevur skrivað eina bók um.
Í kvøld er aftur ein fyrilestur, hesaferð við J. Warner Wallace. Wallace hevur arbeitt sum Cold Case detektivur – hetta merkir, at tey drápsmálini, ið eingin megnaði at loysa, fekk hann sum uppgávu at loysa. Tá Wallace var 35 ára gamal, fór hann í hálvt við at lesa evangeliini við detektivbrillum. Wallace var nevniliga ateistur inntil hann var 35 ára gamal. Tá hann sá, at øll próvtilfarini bendu á, at uppreisnin var sonn, bleiv hann umvendur.
Wallace spælir við í filminum God’s not dead 2, har hann sigur ”eg eri ikki trúgvandi tí eg eri uppvaksin í einum trúgvandi heimi… Eg eri trúgvandi, tí próvtilfarið prógvar, at uppreisnin er sonn”. Sí filmsbrotið her
J. Warner Wallace hevur skrivað bókina ”Cold Case Christianity”, og í kvøld kemur hann at viðgera spurningin: Kunnu vit vita um uppreisnin hendi?
Her greiðir Wallace í stuttum frá um evnið: How Do We Know That the Resurrection Happened?
Tiltakið verður beinleiðis í kvøld klokkan 20 til 21.15. Les meir um tiltakið og finn leinkið til samrøðuna á Facebooksíðuni hjá KFS Føroyar.