Fyrrverandi Hizbollah hermaður upplivdi megina í Jesusi Kristi

Ein fyrrverandi hermaður hjá Hizbollah livdi sítt lív halgað islam. Men í eini myrkari løtu fann hann útav, at navnið Allah ikki hevði nakra megi at frelsa. Tá fann hann fyrigeving í frelsandi náðini í Jesusi Kristi.

Fyrrverandi hermaður hjá Hizbollah

Familjan hjá Afshin Javid lærdi hann at vera ein fullkomnan muslim. Hann bað fimm ferðir um dagin, fastaði í ein mánað og las Koranina frá permu til permu í tíggju dagar. Hann hevði dripið fyri islam og var eisini fúsur at doyggja fyri islam.

Kortini kendi hann ongantíð frið í sálini, og hann helt fram at tæna Allah og meldaði seg í Hizbollah-herin.

Á eini ferð í Malaysia varð hann tikin fyri at hava 30 ólóglig pass. Hann varð settur í fongsul í einum fremmandum landi og helt fram at deila islamsku trúnna við onnur.

Undir samrøðuni avdúkaði Afshin, at hann samskifti við „djinns” ella andar, sum góvu honum vald og vísdóm at svara spurningum um islam. Hesa megi fekk hann, meðan hann las og hugsaði um Koranina.

Navnið Jesus

Men eitt kvøldið varð hann álopin av illum andum. Hann vardi seg við teimum amboðum, sum Koranin lærdi og brúkti enntá navnið Allah móti illu andunum. Men tað hevði onga ávirkan.

Í vónloysi rópti hann á Gud um hjálp. Tá hoyrdi hann eina rødd, sum segði: “Kom til Jesus.”
Uttan at hugsa seg um, segði Afshin: “Jesus, um tú ert veruligur, so vís teg sjálvan fyri mær.” Í stundini vóru teir illu andarnir burtur.

Afshin gjørdist ógvuliga bilsin og forfardur. Hann undraðist á, hvussu navnið Jesus ræddi illu andarnar, men navnið Allah onga ávirkan hevði. Fyri at fáa svar frá Allah fastaði hann í tvær vikur, men har kom einki svar.

Svar frá Gudi

Ørkymlaður og vónsvikin avgjørdi hann, at eingin Gud er til. Knappliga kom ein heilag vera inn í fongsulsklivan, har hann sat. “Tað var Guds heilagleiki, sum møtti mær. Men eg óttaðist at møta honum. Hann var so heilagur, og eg var so óndur,” minnist hann.

Í einum króki í klivanum boygdi hann seg og bað Gud um fyrigeving. Men meðan hann græt, føldi hann, at onkur nam við økslina og segði: “Eg fyrigevi tær.” Tá visti Afshin, at hann var fyrigivin.

Men hann var alt meira ørkymlaður. Koranin sigur, at fólk ongantíð vita, um Allah hevur fyrigivið teimum fyrr enn á dómadegi. Tí visti hann, at tann, sum fyrigav honum, var ikki Allah.

Hann spurdi: “Hvør ert tú?” Svarið hann fekk var: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eg eiti Jesus Kristus, hin livandi Gud.”

Ta løtuna, Afshin fekk at hoyra sannleikan, boygdi hann seg til jarðar og græt.

Í dag er Afshin sinnaður at deila Jesu kærleika og frelsu við øll menniskju uttan mun til tjóðskap og trúgv.

LES EISINI  Fáa Bíbliur og heilivág

Kelda: Christian Learning
Ásbjørn Jacobsen, umsetti


Hoyr vitnisburðin hjá Afshin niðanfyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina