Gamalt gull í nýggjari innpakking

Eftir at hava lisið eina nýggja bók, er tað ein góður regul at hava, at ikki loyva sær sjálvum at lesa ein nýggja, fyrrenn tú hevur lisið eina gamla.

C.S Lewis

Men nú kanst tú lesa nakað, sum bæði er nýtt og gamalt. Og tað er enntá bøkur, ið C.S Lewis sjálvur hevur skrivað. Fleiri av hansara kendu bókum koma út í nýggjari danskari týðing í ár.

C.S Lewis er helst ein tann mest endurgivni kristni rithøvundurin í nýggjari tíð. Hann hevði nøkur serlig evnir til at bera boðskapin fram á ein fangandi hátt. Hugsa bara um, hvussu hann á ein meistarligan hátt fangaði áhugan hjá yvir 100 milliónir av menniskjum við ævintýrinum um Narnia. Ikki einans børn, men eisini vaksin um allan heimin venda sær framvegis til ævintýrið. Tí sum rithøvundurin sjálvur segði: – Ein barnasøga, sum bert kann njótast av børnum, er ikki ein góð barnasøga.

Ferð eftir ferð hoyrir tú hann endurgivnan í prædikum og talum. Og ferð eftir ferð síggja vit hann endurgivnan í bókum.

LES EISINI  Hevur tú keypt Myndakalendaran 2022?

Her eru trý góð sitat frá C.S Lewis:

  • At vera kristin merkir at fyrigeva tað ófyrigeviliga, tí Gud hevur fyrigivið tað ófyrigeviliga í tær.
  • Mínar royndir siga, at tey sum tosa um mína neyð kunnu særa meg, men tey sum tiga, særa meg uppaftur meira
  • “Gud kann ikki geva okkum frið og eydnu atskilt frá honum sjálvum, tí tað er onki tílíkt.”

Og nú kanst tú sjálv/ur keypa tey gomlu gullkornini í nýggjari innpakking.

Fælles kristendom

Prísur kr 250,00

Hendan bókin er høvuðsverkið hjá C.S. Lewis um kristindómin. Veruleikakent og lættliga setir hann orð á, hvat kristindómur er og ikki er. Hann hevur sjálvur roynt leiðina frá barnatrúgv, umvegis ateismu til eina djúpa kristna trúgv.
Í hesi bókini greiðir Lewis frá kjarnini í tí kristna boðskapinum – stutt og greitt. Hann hevur sjálvur stríðst við teir spurningarnar, sum hann skrivar um, og fæst við alt tað, sum tey kristnu eru felags um, og sum er nógv týdningarmiklari enn tað, sum skilir tey.
Bókin er ætlað øllum, eisini ‘nýbyrjarum’ í kristnu trúnni, sum ætla at taka tey fyrstu skinklandi fetini í trúnni, og til ‘gomul’ kristin, sum hava brúk fyri at summa seg í trúnni.

LES EISINI  Bókahyllin: Frygt ikke

Lidelsens problem

Kostnaður:  kr 250,00

Um tað finnst ein góður og almáttugur Gud, hví loyvir hann so líðing og pínu í heiminum?
Uttan mun til hvørja lívsáskoðan tú hevur, fer hon at verða roynd, tá tú møtir líðing. Er tað ein andsøgn millum at trúgva at tað finnst ein góður og almáttugur Gud, og tann veruleika, at tað finnst líðing í heiminum?
Í bókini gjøgnumhugsar Lewis hendan torføra spurning við innliti, empati, vón og eini djúpari fatan av menniskjaligu náttúruni.

Om kærlighed

Prísur: kr 200

Bókin er ein gongd gjøgnum kærleikans landslag saman við C.S. Lewis. Hann teknar eitt kort yvir kærleikans landslag við vegvísarum og gøtum at ganga eftir. Lewis fer djúpt niður í kærleikans lyndi og greiðir frá fýra klassiskum formum fyri kærleika: góðska, vinarlag, ástarhugur, og góðgerðir. Tríggir teir fyrstu koma nátúrliga, meðan góðgerðir eru Guds kærleiki.
Meðan vit fylgja kortinum, sum Lewis hevur teknað, kemur støðugt meira av Guds ósigandi loyndarmáli  í ljósmála: at menniskjað er elskað av Gudi.

LES EISINI  Húsandaktskalendarin 2024
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina