Góð undirtøka til Podas ung á Toftum

PODAS fyri ung byrjaði í Tabor á Toftum týskvøldið 1. februar 2022.

Hetta fyrsta kvøldið møttu umleið 20 ung. Og fleiri eru komin afturat, so talið nærkast, nú vit skriva 22. februar, teimum 30.

Formaðurin í PODAS, Bergur D. Joensen bjóðaði vælkomin og greiddi frá um PODAS og um hvussu undirvísingin verður skipað. Eisini hevði hann eina stutta andakt.

Floksleiðarar eru: Judith Johannessen og Dann Johannesen.

Vit fegnast um góðu undirtøkuna og ynskja næmingum og floksleiðarum alt tað besta og Harrans ríku signing.
Kelda: Ásbjørn Jacobsen

LES EISINI  Ein hugnalig løta
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina