Góða advent
Í dag er fyrsti desember, og samstundis hátíðarhalda vit 1. sunnudag í advent.
Tað vilja vit á Trúboðanum fegnast um við einum lítlum adventspakka til tykkum, okkara trúgvu lesarar.
Vit hava verið í okkara goymslu og funnið nakað fram, sum vit vóna fer at hjálpa til at skapa ein hugnaligan jólahýr kring alt landið.
Eitt nú hava vit verið ein túr aftur til jólakonsertina í 2020. Tað var árið, tá vit ikki kundu savnast, og tí máttu vit senda konsertina á netinum. Nú hava vit funnið fleiri av jólasangunum frá hesi konsertini fram aftur og lagt teir út á YouTube. Teir kunnu eisini síggjast her á síðuni saman við øðrum góðum jólasangum.
Gjøgnum árini hava vit skrivað fleiri søgur og bloggar, sum snúgva seg um jólini. Hesir eru eisini funnir fram aftur. Kanska finnur tú ein, tit kunnu lesa saman sum familja, ella eina søgu, tú kanst njóta einsamøll við einum heitum koppi av kakao.
Vit á Trúboðanum ynskja tykkum øllum eina góða advent. Má Harrin vælsigna hesa tíðina, meðan vit bíða, og geva okkum øllum eini gleðilig jól.