Gongur spakuliga framá í Gøtu

Tey flestu, ið koyra ígjøgnum Gøtugjógv, síggja ein sermerktan bygning í gerð á niðaru síðu. Tað er eitt nýtt missiónshús, ið kemur ístaðin fyri tað gamla Bethania, sum varð tikið niður fyri nøkrum árum síðani. Síðani tá hevur missiónsarbeiðið húsast í kirkjukjallaranum.

– Fyri umleið tveimum árum síðani vórðu fyrstu formarnir settir upp, og Malltek í Klaksvík stoypti bygningin og legði tak á. Síðani hava sjálvboðin klætt um tveir triðingar av húsinum, stoypt gólv í kjallaranum og gjørt ymiskt annað. Tað er eisini ætlanin, at sjálvboðin skulu gera tað mesta av tí, sum eftir er at gera, sigur Torleif Justinussen, næstformaður í stýrinum.

Í summar er ætlanin at klæða seinasta triðingin, stoypa restina av kjallaragólvinum og síðani seta vindeygu í. Tá eru húsini innilokað, so tey kunnu fara undir at arbeiða innandura í heyst. Veggirnir innandura verða pussaðir og málaðir, so tað er ikki so øgiliga nógv at smíða.

– Vit arbeiða, sum ráðini eru, og ætla ikki at taka lán, sum er. Tí hava vit heldur ikki sett nakra tíðarfreist, nær alt skal vera liðugt. Men fyri meg er ein mílasteinur náddur, tá gólvið í kjallaranum er liðugt stoypt. Higartil hava vit goldið um tríggjar milliónir krónur, og leysliga mett skulu vit brúka einar tríggjar milliónir afturat, áðrenn alt er liðugt, sigur Torleif.

LES EISINI  Missiónsvika í Gøtu í næstu viku

Teknistovan í Gøtu hevur teknað nýggja Bethania. Í kjallaranum verður salur til umleið 90 fólk, umframt køk, skrivstovu, vesir, gongd og fýrrúm. Í veghæddini verður ein salur til 85 fólk, forhøll, goymsla og teknikrúm, og eini 35 sitipláss verða eisini á loftinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina