Gott høvi at stuðla Sunnudagsskúlanum á talvudegnum

Sunnudagin 22. september, sum er 17. sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Sunnudagsskúlin virkar runt alt landi. Nógv eru børnini, sum trúliga møta upp, viku eftir viku, at hoyra bíbilsøgu, at syngja saman og til hugnaligan felagsskap.

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur barna- og familjuráðgeva í fulltíðarstarvi, hvørs uppgáva er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.

Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla, ítrótt, syngja og mangt mangt annað. Seinastu árini er undirtøkan vaksin støðugt. Umframt summarlegurnar eru onnur tiltøk, millum annað vælumtókti sangfagnaðurin, sum er í heystfrítíðini.

Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í stóran mun fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

LES EISINI  Sunnudagsskúlin á Oyrasundi byrjaður aftur

Tað er eisini møguligt at geva eina gávu við bankaflyting á 6460 – 462.256.3 og viðmerkja “talvudag”.

Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina