Griðstaðurin er Jesus

Í Sálmi 62,8-9 lesa vit: “Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Gud. Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysið út tykkara hjørtu fyri honum, okkum Gud er vernd. Sela”.

Í Skriftini verður av og á sagt frá um griðstaðir, ja, vit kundu kanska á ein hátt sagt friðarstaðir. Tað, sum vit vanliga skilja við hetta, er, at vit her kunnu steðga á og umráða okkum, um vit eru komin soleiðis fyri, at vit hava brúk fyri at steðga á eitt bil og gera okkum til reiðar til næsta leik, um ein so kann siga.

Í Gamla Testamenti lesa vit í Sálmi 62, sum vit byrjaðu við, at Dávid søkir sær skjól hjá Gudi, og tað gjørdi hann so mangar ferðir, lesa vit. Til dømis í Sálmi 40, har hann takkar Harranum fyri bjarging, stendur í 3. versi: “Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet”. Síðani sigur hann í 6. versi, ella rættari sagt staðfestir hann, hvussu undranarvert Gud hevur hjálpt honum úr trongdum hansara: “Harri, mín Gud, mong hevur tú tíni undurverk gjørt, og mong tíni ráð móti okkum, eingin er javnlíki tín; vil eg frá greina og um tey tala, tá eru tey ov mong at telja”.

Her sigur hann seg ikki vera føran fyri at greiða frá, hvussu undurfull bjargingin er, sum honum hevur verið fyri, og tað eru so mong saman við Dávidi, sum kunnu vitna hetta sama.

Vandi fyri, at korthúsið rapar

Í hesum tíðum, har so nógv verður tosað um strongd, og hví strongd er vorðin ein so stórur trupulleiki nú á døgum, hava vit so sera nógv brúk fyri einum frístaði at flýggja til. Tað er júst tað, sum sálarfrøðingar og onnur við somu førleikum mæla okkum til, og at vit leggja alt tað frá okkum, sum elvir til strongd.

LES EISINI  Jesus sum samskiftisráðgevi

Vit skulu jú náa hetta og hatta, møta upp til tað og tað, ja, tað tykist ongan enda at taka, alt sum vit skulu náa og vera við til. Vit vilja jú øll standa mát, og gera vit ikki tað, so eru sannlíkindini sera stór fyri, at ‘korthúsið’ rapar, og vit sita eftir við einum enn størri trupulleika enn frammanundan.

Men í allari neyðini er hetta nakað, sum vit í ein vissan mun kunnu gera nakað við sjálv, og tað er at lurta eftir og gera eftir góðum ráðum frá serkunnleikanum og í góðari tíð gera eftir tí, sum rátt verður til.

Sum flestu av okkum vita, hava vit ein annan trupulleika, sum líkist tí, sum vit hava verið inni á, men sum vit, sambært Guds orði, púrt einki kunnu gera nakað við sjálv. Tað er syndin, og tað er hon, sum skilir okkum frá Gudi, og tað er bara hann, sum kann hjálpa okkum burtur úr tí trupulleikanum. Vit lesa í Rómverjabrævinum 3,23-24 hetta: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi”.

Ísrael var griðstaðurin hjá jødunum

Tá ið vit hava brúk fyri einum frístaði ella griðstaði, so er gott at vita, hvar vit skulu fara fyri at finna hetta stað, so vit kunnu koma fyri okkum aftur og kunnu byrja av nýggjum.

LES EISINI  Lyklapersónurin

Vit lesa um, at jødarnir, Guds útvalda fólk, hevur verið jagstrað og forfylgt so gott sum alla ta tíð, ið søgan veit um at siga. Undir seinna veraldarbardaga var einki undantak í so máta, ja, kanska tann ringasta forfylgingin yvirhøvur. Vit, sum ikki eru so gomul at minnast ta tíðina, hava kortini hoyrt og lisið um, hvussu jødarnir royndu at sleppa yvir til Svøríkis undan Gestapo, og fyri jødarnar í Danmark var Svøríki griðstaðurin mikli.

Men so varð staturin Ísrael stovnaður, við tí endamáli at jødarnir, sum jú vóru spjaddir um størsta partin av heiminum, skuldu hava eitt stað at koma til, ein griðstað, har teir kundu vera í friði og sleppa undan at verða jagstraðir. Kanska vit kunnu samanbera hetta við tað, sum stendur í Sálmi 91,1: “Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans”.

Ránsmaðurin fann griðstaðin

Tá tað kemur til at flýggja undan syndini, sum vit jú øll eru fongd við, so hevur menniskjan lyndi til at leita alla aðrastaðni enn har, sum bót er at finna fyri syndina, nevniliga við kross Krists á Golgata. Fyri mong menniskju hevur henda flýggjan vart tað mesta av lívinum, ja, ránsmaðurin á krossinum fór so langt, at hann bað ikki um grið, fyrr enn hann stóð andlit til andlits við deyðan. Tað lesa vit um í Lukas 23.

LES EISINI  Miss ikki Jesus úr eygsjón

Um hetta er fyrsta og einasta ferð, ránsmenninir báðir møta Jesusi, vita vit ikki, men at teir hava hoyrt um Jesus, avdúkar teksturin í sama kapitli. Teir høvdu neyvan tosað so beinleiðis við Jesus, um teir ikki høvdu hoyrt um hann. Har stendur soleiðis í 42. versi: “Og hann segði: “Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” Og hann segði við hann: “Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í Paradís!”

Vit vita ikki meira um ránsmannin enn tað, at hann hevði forbrotið seg, so hann fekk tann dóm, sum lógin segði, hann skuldi fáa, og revsingin var krossfesting. Men í allari neyðini kunnu vit siga, at hann var sera heppin, tí hann kom at hanga við síðuna av sjálvum frelsaranum / bjargaranum, hann viðurkendi sína støðu og heitti á Jesus um bjarging og fekk hana.

Ránsmaðurin fekk atgongd til Paradís.

Vit hava øll sama undurfulla møguleika at náa himmalin og sleppa undan glatan. Vit lesa í Hebrearabrævinum 7,25 hetta: “Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guds, við tað, at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum”.

Vit skulu enda við 5. versi av nr. 476 í Heimamissiónssangbókini:

Við krossin tín, mín Jesus, eg kendi friðarlag,
eg aldri aftur fara vil av hesum trygga stað.
Tað, heimurin vil bjóða mær, eg lítið virða man,
men eg rósi mær av krossi Krists,
har eg frið við Gud mín fann.

(Elizabeth C. Clephane / Johs. Andr. Næs)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina