Gud brúkar teg, um tú vilt

Hjúnini Mirian og Mourits Mouritsen búgva í Havn. Hon hevur átt trúnna á Jesus frá barnaárum, meðan hann var útivið fimmti ár, tá hann kom til trúgv. Men hann sá beinan vegin, at um tú vilt lata Gud brúka teg, so ger hann tað.
Í 1995 var Mourits hart kallaður. Hann gekk nógv á møti, missiónsvikur vóru bæði í Kollafirði, Havn og á Argjum. Hann hevði tað sera ringt og var komin til tað, at tað mátti vera nú ella ongantíð.

– Tá tað nærkaðist endanum á síðsta møtinum á Argjum, fekk eg framborið ein vitnisburð, hvat eg segði, veit eg ikki; men eg minnist, at tað vóru fleiri onnur, sum vitnaðu fyri fyrstu ferð tað kvøldið. Eg var sera glaður, og tá eg fór til hús, segði eg við Gud: Brúka meg nú, um eg kann brúkast. Eg haldi tað var longu dagin eftir, tá ringdu tey úr Kollafirði og spurdu, um eg kundi tala har. Og eg var skjótt biðin aðrastaðni eisini. Tí vil eg siga: Um tú ynskir at vera brúktur, so brúkar Gud teg. Síðani tá havi eg verið í fylgi við honum, tað hevur verið lættari viðhvørt og tyngri viðhvørt, sigur Mourits.

– Eg eri glaður fyri, at mamma upplivdi, at eg kom til trúgv, tí eg veit, hon bað nógv fyri mær, leggur hann afturat.

 

Lesið alla samrøðuna við Mirian og Mourits í Trúboðanum