Guds barn í eini koronatíð

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Afturlatingin av samfelagnum gevur høvi hjá øllum kristnum at umhugsa spurningar um tilverugrundarlagið. Tað snýr seg um samleika og livihátt. Eisini snýr tað seg um viðurskifti manna millum og Gud.

Í hesum broytingardøgum og vikum, nú so mangt umskiftist, er tó Gud hin sami. Tað fær valla verið sagt betur enn tað, fyrsti sálmur í sálmabókini sigur tað: ”Guð er Guð, um land alt legðist oyðið, Guð  er Guð, um menniskjan øll doyði”. At Gud er Gud, merkir, at ikki eingong alheimsfarsótt broytir nakað sum helst í mun til kærleika Guds til okkara, og vilja hansara við okkara lívi. Gud er støðugt tann sami! Sæð við hansara eygum, ert tú eisini tú sjálv/ur. Skapað/ur í mynd hansara at vera eitt elskað og háttvirt kongabarn í ríki hansara.

Bíbilska grundlógin er hin sama, sum hon altíð hevur verið: at vit eru skapað til at elska Gud av øllum hjarta, sál og sinni, og næsta okkara sum okkum sjálvi; og uppgávan hjá okkum sum Guds ríkis ríkisborgarar, er tann, at verða sendir út í heimin at gera øll fólkasløg til lærusveinar hansara.

Sum kristin, byggi eg samleika mín støðugt á, ”at eg eri deyður fyri syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi” (Róm 6,11). Lívsuppgáva mín er tí støðugt at vera sendiboð hansara í hesum heim.

Okkurt er tó broytt

Meðan bæði Gud og menniskju framvegis eru so, sum tey altíð hava verið, so er tað tó týðiligt, at nakað er broytt; og tað er eisini galdandi okkum, sum sendir eru út sum statsborgarar fyri Guds ríki. Okkara arbeiðsviðurskifti eru seinastu vikurnar broytt.

Mangar av teimum siðvenjum, ið knýta seg afturat tænastum okkara, eru brádliga tiknar úr hondum okkara. Tá ið ræðslan er avhasað, varnast vit eitt tómt hvítt lørift, og ein framúr  møguleika at seta nýggjar reglur, ið einki pláss høvdu frammanundan.

Hvat seta vit nú fremst?

Vit mugu alla tíðina spyrja okkum sjálv: Hvat er týdningarmest fyri Gudi nú? – og tí ikki steðga á! Tað er okkurt, ið ikki kann ráðførast um; men einans skulu og mugu gera, tí tað er faðirs várs vilji. Vit eiga  og skulu til dømis framvegis boða gleðiboðskapin. Tað er heldur eingin ivi, at bønin – eisini felagsbønin – er neyðug. Tað er óhugsandi, at Gud fer at siga, at nú verður ein steðgur í at rætta kærleika hansara víðari til okkara medmenniskju. Bæði fyri einstøk kristin og kristnar felagsskapir, er tað avgjørt neyðugt at røkka. Tað er vilji faðirs várs og partur av okkara DNA (íleguteknum).

Hvat er so til ráða at taka?

Vit eru noydd at finna nýggjar hættir. Tað er eisini Guds okkara faðirs vilji, at vit ansa okkum sjálvum og tí samfelagi, vit eru partur av. Vit fáa ikki gjørt alt tað, vit plaga, so vit mugu biðja Heilaga Andan vísa okkum nýggjar vegir. Vit síggja longu, at alt fleiri og fleiri eru farin undir bønar- og bíbliubólkar á netinum. Nøkur við andaktum og vitnisburðum á heimasíðum og á sosialum miðlum. Onnur eru farin at senda møti úr tómum missiónshúsum, ella heimanífrá út á netið. Hjá øllum er tað hugurin, ið drívur verkið; at tá ið Gud steingir onkrar kirkjudyr, so opnar hann ein kaga, ella vindeyga (browser) ístaðin; og ofta røkka tey menniskjum, ið annars ikki høvdu hoyrt Guds orð.

Vit mugu ikki gloyma tey einsamøllu. Tað er stórur vandi fyri, at tað eru menniskju í okkara samfelag, sum í hesum tíðum fara til songar á kvøldi uttan at hava tosað við eitt einasta menniskja dagin langan. Kemur tær í hug onkran? So er tað kanska tú, ið fer fram at telefonini og ringir í stundini; tí vit eru øll skapað til felagsskap við hvønn annan og við Gud. Tað kann sjálvt ikki koronan broyta.

Ásannan: Okkara felagsskapur fær seg royndan í hesi tíð, nú vit royna at halda fjarstøðu. Hvørja ferð hendurnar verða sprittaðar, ella vit í handlum halda fjarstøðu hvør frá øðrum, ella verða standandi teir tveir metrarnar hvør frá øðrum, teimum, vit vanliga góðu klemm, er vandi fyri, at vit fara at meta hesi sum møgulig vandamikil og smitsom, ístaðin fyri sum Guds elskaðu børn, sum vit eru skapað at hava felagsskap við. Tað týdningarmesta, er, sum ongantíð áður, at minnast til at smílast.

Í løtuni er samarbeiðið tað fremsta í kristna felagsskapinum. At hjálpa hvør øðrum at finna nýggjar ókendar leiðir. Tað eru so mong, ið trilva í blindum. Á trubodin.fo, vilja vit fegin geva hugsanum tínum veingir og flog. Vónandi skriva tit til okkara og siga frá tykkara kristnu royndum í hesi koronatíð, og á tann hátt hjálpa vit og eggja vit hvørøðrum. Send eisini fegin myndir ella videoupptøkur, um tað letur seg gera. Send hetta til trubodin@mission.fo.

Framtíðin

Vit vita ikki, hvussu framtíðin fer at laga seg. Einasta, ið er púra klárt, er at vit ikki venda óávirkaði aftur til tað, ið einaferð var. Alt, ið hendir nú, fer uttan iva at fáa ávirkan á Guds ríkis arbeiði á jørðini ættarlið fram. Bæði av góðum og illum. Um vit ikki halda okkum føstum at Guds kærleika til menniskju nú, fer tað at fáa hættisliga avleiðing fyri alla mannaættina. Øvut er tað heilt greitt, at tá ið ein hevur hildið sunnudagsskúla fyri 50 børnum á nótini ístaðin við 5 børnum í missiónshúsinum, so fær hetta ein at hugsa øðrvísi. Sjálvandi skal tað aftur verða hildin sunnudagsskúli í missiónshúsinum, har børnini møtast náttúrliga; men kanska skal tað eisini verða hildin netborin sunnudagsskúli hvønn einasta sunnudag? Tann háttur, vit kristnu takkla arbeiðið hereftir, kann fáa stóran týdning langt inn í framtíðina. Støðan í løtuni ger, at vit nýta nógva tíð saman við Gudi í áliti á hann – tí Guð er Guð, eisini um land alt legðist oyði.

Carsten Fonsdal Mikkelsen
Henry Debes Joensen, umsetti