Guds Orð gagnar – tá tað verður brúkt ofta

Tað hendir ikki nógv við einum ella tveimum kristnum møtum um vikuna. Men bíbliugransking fýra ferðir um vikuna virkar bæði móti sálarligum og andaligum trupulleikum, vísir nýggj kanning.

Ein gudstænasta og eitt kirkjuligt møti afturat hvørja viku vísir onga nevniverda ávirkan. Men tá fólk fordjúpa seg í Guds Orði í minsta lagi tríggjar ferðir um vikuna, hevur tað eina merkisverda røð av positivum fylgjum.

Ein nýggj kanning millum 40.000 amerikanarar í aldrinum 8-80 ár hevur gjørt John Bevere og Scott Lindsey frá felagsskapinum Bible Matters bilsnar. At granska Bíbliuna hevur eina langa røð av positivum fylgjum, um tú fordjúpar teg í Orðinum í minsta lagi fýra ferðir um vikuna. Hinvegin gevur bíbliugransking eina ella tvær ferðir um vikuna onga ávirkan, sum kann mátast, er niðurstøðan hjá Scott Lindsey í einum filmsbroti á Bible Matters.

Trupulleikar minka

Tað hendir nakað radikalt, tá tú fæst við Guds Orð fýra ferðir um vikuna. Scott Lindsey nevnir hesar positivu broytingarnar:

  • Einsemiskenslan fellir við 40 prosentum.
  • Vreiði og trupulleikar í tí sambandi fella við 32 prosentum. Beiskleiki í familjusambondum fellir 40 prosent.
  • Rúsdrekkamisnýtsla fellir 57 prosent.
  • Kenslan at steðga upp andaliga, sum nógv kristin siga vera ein trupulleika, ið plágar tey – fellir heili 60 prosent.
  • Nýtslan av pornografi fellir 60 prosent.
LES EISINI  Guds lyfti halda

Styrkir vitnisburðin

Samstundis sum trupulleikar minka munandi, jú oftari fólk fáast við bíbliugransking, styrknar trongd teirra til at vitna munandi. Tað visir seg, at fólk, ið fáast mest við Bíbliuna, eisini vitna 200 prosent meira um trúgv sína. Tað kemst av, at bíbliubrúkarar í størri mun kenna seg á tryggari grund, tá tað kemur til trúnna á Bíbliunnar boðskap, greiðir Scott Lindsey frá.

Eisini teirra millum, sum vegleiða onnur í trúnni, eitt nú við lærusveinavenjing, er ein eyðsýnd ávirkan frá nógvari bíbliugransking. At upplæra onnur í kristnu trúnni verður nevniliga økt við heili 230 prosentum, vísir kanningin.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina