Guds tulkur                   

-Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta meg, tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.- (Jóh 16,13-14)

 

Jólini við Jesu føðing og páskirnar við krossfesting og uppreisn hansara, er kanska lættari at minnast til og “skilja” enn tað, sum hendi á hvítusunnu, tá Guds andi, annar talsmaðurin og triði persónurin í Gudi, kom til jarðar.

Jesus, fyrsti talsmaðurin, var farin til himmals, tí verkið var fullgjørt. Jesus nevnir Andan – “hann”.

Tá ið hann kemur, skal hann vegleiða, hann skal tala, hann skal kunngera, hann skal dýrmeta, hann skal taka av mínum,….

Andin er ein persónur, sum ikki er avmarkaður av tíð og stað. Hann er nærverandi allastaðni har, menniskju savnast í og um Jesu navn.

LES EISINI  Sannleikar um Heilaga Andan

Ein av høvuðsuppgávum hansara, er at dýrmeta Jesus. Tað ger hann í og við gleðiboðskapinum, tá hann sannførir og tulkar fyri menniskjunum, at tey eru syndarar, sum við vantrúgv, ólýdni og hjartakulda standa undir Guds vreiði og dómi. Samstundis sannførir og tulkar andin gleðiboðskapin um Guds náði, í og við Jesusi, so Gud kann veita miskunn og fyrigeving til tey, sum játta syndir fyri Gudi. Soleiðis vegleiðir andin til allan sannleikan. Hann er sannleikans andi og sendiboð.

Andin peikar á Jesus og dýrmetir hann, sum segði: -Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær- Jóh 14,6

  • Andin hjálpir okkum at tilbiðja Jesus.
  • Andin ynskir ikki at verða tilbiðin – men Jesus.
  • Andin ynskir ikki at verða í brennideplinum – men Jesus.

Andin er Guds “ljóskastari” í syndamyrkrinum, og Guds “radari” í heimsmjørkanum, sum lýsir á klettin, Kristus –frelsara heimsins. Andin dregur eisini menniskju til Kristus.

Gævi Andin fekk teg í talu, fekk sannført teg og víst tær Jesus – frelsara tín.
So varð hvítusunna í hjartanum, og lovsangur og vitnisburður á vørrunum.

LES EISINI  Men tit skulu fáa kraft...

Kom, andi Guds, vís okkum vegin,
fylg okkum, so vit ganga fegin,
halt okkum smala vegnum á,
so óskadd heim vit kunnu ná´.
Kom, andi Guds, og okkum leið,
so at vit burtur villast ei.
Ms.192

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina