Gudstænasta og kunning um nýggju bíbliutýðingina

Sunnudagin 15. septembur skipaði Føroyska Bíbliufelagið fyri gudstænastu í Argja kirkju. Jógvan Fríðriksson, bispur prædikaði. Liturgar vóru Bergur Debes Joensen og Derhard Jógvansson. Kórið Tabitha framførdi ein sang.
Nógv fólk vóru í kirkju hendan dagin. Eftir gudstænasta var kirkjukaffi, har høvið var at hitta vinir og kenningar. Útvarpið sendi beinleiðis frá gudstænastuni og kann hon hoyrast á heimasíðuni hjá KVF: Trýst her…

Kunning um arbeiðið við nýggjari bíbliutýðing

Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen hevði áhugaverda kunning frá Bíbliufelagnum. Katrin Elisabeth ritstjórnar og samskipar arbeiðið við nýggju bíbliutýðingini eftir Hans Jacob Joensen.

Føroyska bíbliufelagið ritstjórnar nýggja bíbliuútgávu, sum skal løggildast til almenna nýtslu. At løggilda Bíbliu krevur, at hollur fakligur kunnleiki innan týðing, mál, gudfrøði og uppseting er partur av arbeiðinum. 

Tað var Hans Jacob Joensen, biskupur sáli, ið byrjaði arbeiðið at týða nýggja Bíbliu úr frummálunum hebraiskum og griskum, og Dávid Johannessen týddi Sálmarnar. Stýrið í Bíbliufelagnum setti toymi av gudfrøðingum at viðgera týðingina. Síðan hava ritstjórar í Bíbliufelagnum og rættlesarar knýttir at Føroyamálsdeildini arbeitt við týðingini.

Rættlesararnir rættlesa nú gomlu profetarnar í Gamla testamenti, Nýggja testamenti er rættlisið. Slíkt arbeiði krevur fakfólk, ið við hollum kunnleika innan sítt fakøki megna at ráðgeva um bestu framsetingina í Bíbliuni, bæði gudfrøðiliga og málsliga, umframt at teksturin skal setast upp, so hann er greiður. Tískil eru fleiri fakbólkar við í arbeiðinum, og tað gleðiliga er, at fólkini eru framúr dugnalig og serstakliga góð at samstarva við.

LES EISINI  Bíbliur verða lætnar hermonnum

Í arbeiðinum at ritstjórna og at samskipa arbeiðið við bíbliuútgávuni er samstarv við gudfrøðingar, rættlesarar, Føroyamálsdeildina, Málráðið, Landsbókasavnið og mentanardeildina í Almanna- og Mentamálaráðnum. Tað eru nógvir endar, sum skulu passa saman, og tað er eitt satt vælsignilsi, at so mong dugnalig fakfólk eru beinasom at ráðgeva, hvørt tað er um gudfrøði ella orð og orðingar, setningsbygnað, forrit ella uppseting, lóggávu og mannagongdir.

Eg vil tí vegna Føroyska bíbliufelagið bera øllum tykkum, ið eru við til at menna hesa verkætlan og sum á ymiskan hátt slóða fyri og gera hetta arbeiði møguligt, eina hjartans tøkk.

Løggilda Bíblian er Halgabók til Føroya fólk. Hon skal endurspegla ta tign, ið bíbliumál hevur innan trúargátt, og lesarin skal kenna og finna tann frið, ið sálin søkir. Málsliga og mentanarliga skal Bíblian í ávísan mun endurspegla okkara tíð og málburð, tó altíð við virðing fyri og við støði í upprunatekstinum. Løggilding er eitt skipað arbeiði við miðvísari mannagongd, sum hevur støði í grein 15 í løgtingslóg nummar 60 frá 2007 um Fólkakirkjuna í Føroyum.

Vit skipa arbeiðið í trý lið. Fyrstu tvey liðini eru tveir arbeiðsbólkar, sum hava virkað og virka undir biskupi og Bíbliufelagnum. Tá arbeiðið at ritstjórna er liðugt, sendir Biskupur landsstýrisfólkinum tilfarið, sum arbeiðsbólkarnir eru komnir fram til.

LES EISINI  Rytmisk gudstænasta í Argja kirkju

At Bíblian skal løggildast vil siga, at ein metingarbólkur verður settur at gera eina yvirskipaða heildarmeting av verkinum, til tess at tryggja, at talan er um eina dygdargóða, tíðarbæra umseting av bíbliuni sum Halgubók. Hetta er triðja liðið í tilgongdini. Metingarbólkurin er ein breitt samansett nevnd, ið verður sett av landsstýriskvinnuni í Almanna- og mentamálaráðnum at evna tilmælið, og er tað sambært lógini løgmaður, ið løggildir bíbliutýðing eftir tilmæli frá landsstýrisfólkinum.

Vit arbeiða í løtuni við at skriva Nýggja testamenti inn. Hetta arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í heyst og síðan byrjar arbeiðið hjá uppsetara at seta Nýggja testamenti upp. Í januar fer ritstjórnin í holt við at savna rættingar og viðmerkingar til Gamla testamenti, og arbeiðið at ritstýra Gamla testamenti byrjar í februar.

Góðu tit, takk fyri, at eg fekk høvi til at kunna tykkum um verkætlanina við nýggju Bíbliuni. Um tit hava spurningar ella ynskja at hoyra og práta nærri um verkætlanina, eru til vælkomin at spyrja meg eftir gudstænastuna.

Mín vón er, at nýggja bíbliutýðingin verður okkum øllum til signingar, og eg fari at enda við at lesa nøkur ørindi í Evangeliinum eftir Jóhanessi í nýggju Bíbliutýðingini, versini eitt til fimm og níggju til fjúrtan í kapitli eitt:

Brotið eitur: Orðið varð menniskja.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Bíbliufelagið savnar inn hvítusunnudag

Í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Tað var í fyrstuni hjá Gudi. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Og ljósið skínur í myrkrinum, men myrkrið tók ikki við tí. Hitt sanna ljósið, sum lýsir upp hvørt menniskja, var við at koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, men heimurin kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men øllum teimum, sum tóku ímóti honum, gav hann rætt til at verða Guds børn, teimum, ið trúgva á navn hansara; tey eru ikki fødd av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. Og Orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, eina dýrd, sum hin einborni hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. – Amen!

Kelda: www.biblia.fo

Jógvan Fríðriksson, biskupur
Derhard Jógvansson og Bergur Debes Joensen
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina