Seinasta nýggja frá Bíbliufelagnum í Ukraina

Her nýggjasta nýggja frá seinastu døgunum úr Ukraina.


Øll starvsfólk í ukrainska Bíbliufelagnum hava tað gott. Tó er onki nýtt um sonin hjá einum starvsfólki, ið var farin eftir mati og øðrum, og sum nú í fleiri dagar ikki hevur latið frætta frá sær. Biðið vinaliga fyri honum og teimum, ið vóru við honum, at tey skjótt mugu koma afturí aftur í øllum góðum. Vit hava hoyrt tíðindi um, at tingingar í løtuni fara fram ímillum russar og ukrainar um skifti av fangum.



Støðan er enn sera spent. Nú russar av strategiskum ávum og fyri at umskipa seg, hava minkað um hernaðarligu framferðina eitt skifti, so halda loftálopini kortini fram á Kharkiv, Kiev, Mariupol, Mykolaiiv og aðrar býir. Øktur harðskapur mótvegis ukrainska sivilfólkinum hevur eisini eyðkent hesir seinastu dagarnar við tað, at russar halda á at bumba íbúðarblokkar og øki, ið onki hernaðarligt mál hava, eitt nú kvinnur, børn, tíðindafólk og neyðhjálparfylgi og fólk, ið koma við mati, heilivági oø.

Vit vilja takka fyri og fegnast um, at nú eru góðar 100.000 komnar inn í stuðli til bíbliur til Ukraina!

Vit frætta nú eisini um bumbuálop í vestara parti av Ukraina – hetta hevur ført við sær øktan ótryggleika og angist fyri fólk í túsundatali, ið flýggja frá krígnum har. Eitt av okkara samstarvsfólkum, ein prestur, vitjaði herstøðina har og kom við Bíblium til teirra, bert ein dag áðrenn, støðin varð rakt.

LES EISINI  Bíbliur verða lætnar hermonnum


Støðan í Mariupol er ringast – eg fari ikki at endurtaka teir ræðuleikar, ið har eru farnir fram og sum tit helst kenna frá tíðindum í sjónvarpi og útvarpi, men íbúgvarnir í hesum býi líða stóra neyð og eru undir ómenniskjaligum trýsti og ringastu umstøðum. Tíbetur hevur tað eydnast okkum at flutt tey fyrstu 2000 teirra út av býnum hesar seinastu tveir dagarnar. Kortini fingu nógv fleiri ikki møguleikan at rýma, tí bumbuálopini forðaðu fyri tí.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina