Hann er risin upp! – Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (seinni partur)

Hetta er tann triðja av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn. Hetta er samstundis seinna greinin, har Jonhard gjøgnumgongur helst elsta partin av Nýggja testamenti.

“Tí at eg handaði til tykkum fyrst og fremst tað, sum eg eisini tók ímóti, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv, og aftaná tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Aftaná tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum, og síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins og ein, ið er føddur í ótíð” (1 Kor 15,3-8, mín umseting úr grikskum).

Tað fyrsta eygnavitnið, sum verður nevnt í trúarjáttanini, er Kefas, tað er Pætur. Tað verður eisini sipað til hesa hending í Lukasi 24,34: ”Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.” Kefas verður óivað nevndur fyrst, tí at hann var leiðari hjá teimum fyrstu kristnu (Fitzmyer 2008: 549).

Men hvussu við kvinnunum? Vóru tær ikki tey fyrstu vitnini til uppreisnina? Er tað ikki júst tað, sum evangeliini siga? Sambært N.T. Wright finst ein góð søgulig frágreiðing til hetta, sum lýsir bæði henda tekstin í Fyrra Korintbrævi 15, og sum eisini greiðir frá teimum kvinnuligu vitnunum sum nakað skelkandi í evangeliunum (Wright 2003: 326). Wright leggur nevniliga dent á, at kvinnur ikki vórðu sæddar sum álítandi vitnir tá á døgum.

Og tá ið tey fyrstu kristnu skuldu boða páskaboðskapin fyri fólkum í síni samtíð, so var tað eisini nærliggjandi at lata vera við at nevna kvinnurnar í sambandi við ein stuttan samandrátt av kristnu trúnni.

Niðurstøðan hjá Wright er, at traditiónin ikki nevnir kvinnurnar, so at hon kann tæna kristniboðanini í einum illgrunasomun og háðandi samfelagi. Sambært Wright kann tað hugsast, at tá ið ein traditión varð tikin í brúk í sambandi við kristniboðan, so høvdu frásøgnir um kvinnur, sum runnu út til grøvina í lýsingini, verðið krógvaðar burtur stillisliga, og ein listi av álítandi vitnum hevði verið gjørdur, sum kundi brúkast til at staðfesta tað, ið teir høvdu sæð (ibid.: 607-608).

Av teimum eru teir flestu á lívi enn

Versini 6-8: Tað er sannlíkt, at Paulus sjálvur hevur lagt okkurt afturat trúarjáttanini. Orðini “av teimum eru teir flestu á lívi enn” benda á júst hetta. Men tað kann væl vera, at Paulus eisini hevur fingið sína vitan frá einari aðrari traditión, tað er ikki frá eini aðrari gamlari trúarjáttan, men frá teimum keldunum, sum hann annars eisini hevði atgongd til (Fee 2014: 809). Orðini “av teimum eru teir flestu á lívi enn” eru eisini við til at staðfesta Jesu uppreisn sum eina veruliga hending.

Viðvíkjandi hesum leggur Richard Bauckham dent á, at Paulus tekur tað fyri givið, at tey flestu enn vóru á lívi, tá ið hann skrivaði brævið.

Hetta verður enn meira týðiligt, tá ið hann sigur, at Jesus varð sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn: ”av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur.” Tann greiði málburðurin hjá Paulusi bendir á, at hann ætlar sær at brúka henda listan av vitnum til at staðfesta trúvirðið hjá traditiónini: um onkur ynskir at kanna traditiónina, so er ein hópur av eygnavitnum enn á lívi, sum ein kann venda sær til (Bauckham 2006: 308).

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn III - Paulus og Jákup vendu brádliga um eftir Jesu uppreisn

”Aftaná tað varð hann sæddur av Jákupi” (7). Flestu granskarar eru samdir um, at talan er um Jákup, Jesu bróðir. Tað sær tó ikki út til, at Jákup var ein lærusveinur, áðrenn Jesus varð krossfestur. Hetta bendir Jóhannes 7,5 til dømis á, har ið vit lesa: “Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann.” Men hvussu kann tað so vera, at hann gjørdist ein lyklapersónur hjá teimum kristnu eftir Jesu deyða? Svarið liggur í tí, at Jesus eisini sýndi seg fyri Jákupi. Og hetta umbroytti hann fullkomiliga, líkasum tað eisini umbroytti Paulus fullkomiliga at møta Jesusi (Bruce 1995: 87).

Síðst av øllum

Vers 8: Paulus endar sín lista av vitnum við at vísa á tað, sum hann sjálvur hevði upplivað: “síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins ein, ið er føddur í ótíð.”

Viðvíkjandi hesum undirstrikar Wright, at Paulus var tað síðsta uppreisnarvitnið.

Og tá ið Paulus leggur sína egnu uppliving afturat tí, sum Kefas, Jákup og hini høvdu sæð, so sipar hetta til, at Paulus eisini sá seg sjálvan sum ein ápostul. Hetta liggur eisini í tí, sum hann sigur í Fyrra Korintbrævi 9,1: “Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara?” Jú, hann hevði eisini sæð tann upprisna, og tað umbroytti hansara lív fullkomiliga (Wright 2003: 326-327).

Endi

Líkasum Paulus handaði teimum í Korint fyrst og fremst henda boðskapin um tann upprisna Jesus, soleiðis eru vit nú eisini kallað til at handa okkara næsta tann sama gleðiboðskapin, sum vit eisini tóku ímóti. Vit tæna einum livandi Harra. Hann er risin upp!

 

 

Minnislepi til 1 Kor 15,3-8

  • “Tí at eg handaði tykkum fyrst og fremst tað, sum eg eisini tók ímóti, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv, og aftaná tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Aftaná tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum, og síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins og ein, ið er føddur í ótíð” (1 Kor 15,3-8, mín týðing úr grikskum).
  • “Hina elstu frásøgnina um Jesu uppreisn frá teimum deyðu kunnu vit finna hjá Paulusi í 1 Kor 15,1-11. Paulus nýtir traditiónsmál. Hann hevur sjálvur fingið frásøgnina um Jesu deyða og uppreisn í einari traditión, sum eftir øllum at døma bleiv samansett longu í fyrstu helvt av tretivunum. Vegna málbrúkið kann ein staðbinda traditiónina til arameiskt-talandi kristin, tað eru kristin úr Jerusalem ella Galilea. Við øðrum orðum er talan altso um eina sera gamla traditiónseind. Tað er greitt, at trúgvin á Jesu likamligu uppreisn frá teimum deyðu var ein upprunalig trúgv í hini elstu samkomuni. Tað var ikki ein trúgv, ið menti seg so líðandi” (Peter V. Legarth).
LES EISINI  Jesus livir - trygg er trúargrund!

 

Gomul traditión/trúarjáttan

  • Hvussu vita vit, at talan er um eina traditión/trúarjáttan?

i. Orðingin “handaði” og “tók ímóti” leggur dent á, at Paulus handar teimum traditión, sum hann sjálvur hevði                        tikið ímóti.

ii. Traditiónin inniheldur sumt, ið bendir á, at hetta upprunaliga hevur verið ein arameisk traditión.

a) Grikska orðið hoti (at) verður brúkt fýra ferðir á rað. Hetta var vanligt innan arameiskt málbrúk.

b) Kefas er arameiskt, men Paulus skrivaði á grikskum.

  • Hvussu gomul er henda traditiónin/trúarjáttanin? Sera stutt eftir krossfestingina (innan uml. fimm ár).

i. Flestu granskarar eru samdir um, at Jesus varð krossfestur 30 e.Kr.

ii. Paulus varð umvendur 31-33 e.Kr.

iii. Trý ár eftir sína umvending fór Paulus til Jerusalem at vitja Pætur og Jákup (Gal 1,18-19). Flestu granskarar                           halda, at Paulus fekk hesa trúarjáttanina í hesum tíðarskeiðinum.

  • Týdningarmikil punkt viðvíkjandi trúarjáttanini:

i. Vitnisburður um Jesu uppreisn stutt eftir sjálva hendingina.

ii. Fleiri vitnisburðir um Jesu uppreisn: Jesus varð sæddur av Kefasi, teimum tólv, meira enn fimm hundrað                              brøðrum í senn, Jákupi, øllum ápostlunum, Paulusi.

iii. Týdningarmikil metingarstøði, sum søgufrøðingar brúka:

LES EISINI  Hann er risin upp! - Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (fyrri partur)

a) Vitnisburðar, ið liggja tætt upp at sjálvari hendingini, stuðla søguligum uppáhaldum.

b) Vitnisburðar hjá sjónarváttum stuðla søguligum uppáhaldum.

c) Fleiri óheftar keldur stuðla søguligum uppáhaldum (t.d. tvey vitni til somu hending eru tvær óheftar                                         keldur).

  • ”Hitt týdningarmesta keldutilfarið viðvíkjandi uppreisnini er ein tekstur hjá Paulusi í 1. Kor. 15, sum Paulus skrivaði umleið ár 55 e.Kr. Teksturin hevur fingið hetta støði, tí at innihaldið er sera gamalt og kann førast heilt aftur til innasta bólkin av vitnum í Jerusalem” (Stefan Gustavsson).

 

Keldur

Bauckham, Richard. 2006. Jesus and the Eyewitnesses. Grand Rapids, Michigan: Wm. B. Eerdmans Publishing Co.

Bruce, F. F. 1995. Men and Movements in the Primitive Church. Carlisle, United Kingdom: Paternoster Press.

Ciampa, Roy E. & Brian S. Rosner. 2010. The First Letter to the Corinthians. Grand Rapids: Wm. B. Eerdmans Publishing Co.

Dunn, James D. G. 2003. Jesus Remembered. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdsmans Publishing Company.

Ellis, E. Earle (ed). 1974. The Gospel of Luke. London: Oliphants.

Fee, Gordon D. 2014. The First Epistle to the Corinthians. Grand Rapids, Michigan / Cambridge, U.K.: William B. Eerdmans Publishing Company.

Fitzmyer, Joseph A. 2008. First Corinthians. Í: The Anchor Yale Bible (vol. 32). New Haven and London: Yale University Press.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Habermas, Gary. 2009. Tracing Jesus´ Resurrection to Its Earliest Eyewitness Accounts. Í: God Is Great, God Is Good. William Lane Craig og Chad Meister (red.). Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Holmberg, Bengt. 2001. Människa och mer: Jesus i forskningens ljus. Lund: Arcus förlag, s. 155-159.

Kelly, J. N. D. 2011. Early Christian Creeds. Third edition. London / New York: Continuum International Publishing Group.

Lane, D. J. V. 1996. New Bible Dictionary. Third Edition. D. R. W. Wood, I. H. Marshall, A. R. Millard, J. I. Packer, & D. J. Wiseman (red.). Leicester, England; Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Legarth, Peter V. 2016. Fortæller evangelierne historier eller historie? Í: Opstand om opstandelsen. Jørgen Sejergaard & Henrik Højlund (red.). Fredericia: Credo.

Licona, Michael R. 2010. The Resurrection of Jesus: A New Historiographical Approach. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Thiselton, Anthony C. 2000. The First Epistle to the Corinthians. Grand Rapids: Wm. B. Eerdmans Publishing Co.

Witherington, Ben, III. 1995. Conflict and Community in Corinth: A Socio-Rhetorical Commentary on 1 and 2 Corinthians. Grand Rapids, MI: Wm. B. Eerdmans Publishing Co.

Wright, N. T. 2003. The Resurrection of the Son of God. London: Society for Promoting Christian Knowledge.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina