Sannroyndirnar um Jesu uppreisn II – Lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum

Hetta er tann fimta av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn. Hetta er samstundis onnur grein um sannroyndirnar um Jesu uppreisn.

Ein onnur av teimum ”minstu sannroyndunum” viðvíkjandi Jesu uppreisn er, at lærusveinarnir veruliga trúðu, at Jesus sýndi seg fyri teimum eftir krossdeyða sín. Tað eru serliga tvey spor, ið leiða okkum til hesa niðurstøðu:

1. Teir søgdu tað. Lærusveinarnir søgdu sjálvir, at hin upprisni Jesus hevði sýnt seg fyri teimum. Hetta vóru vit eisini inni á í sambandi við gjøgnumgongdina av Fyrra korintbrævi 15,3-8. Umframt traditiónina í Fyrra korintbrævi 15 finnast eisini fleiri óheftar ávísingar til Jesu framkomur í evangeliunum. Nakrar av hesum síggjast í listanum yvir vitnir, sum Paulus nevnir í Fyrra korintbrævi 15, til dømis Jesu framkoma fyri Pæturi (Luk 24,34) og teimum tólv (Luk 24,36-43; Jóh 20,19-20). Vit hava eisini óheftar ávísingar til Jesu framkomu fyri kvinnunum bæði hjá Matteusi og hjá Jóhannesi (Matt 28,9-10; Jóh 20,11-17). Hetta verður eisini stuðlað við pínligari ásannan. Tá á døgum vórðu kvinnur nevniliga ikki hildnar at vera álítandi vitni. Hjá Markusi, Matteusi og Jóhannesi síggja vit eisini óheftar ávísingar til Jesu framkomu fyri lærusveinunum í Galileu (Mark 16,7; Matt 28,16-17; Jóh 21). Hesum viðvíkjandi er niðurstøðan hjá Craig:

“Vit kunnu kalla hesar framkomur fyri sansahvørvingar, um vit ynskja, men kortini kunnu vit ikki nokta, at tað hendi. Enntá hin skeptiski kritikarin, Gerd Lüdemann, er samdur: “Ein kann siga, at tað er søguliga vist, at Pætur og lærusveinarnir høvdu upplivilsir eftir deyða Jesusar, har ið Jesus sýndi seg fyri teimum sum hin upprisni Kristus.” Próvtilfarið ger tað vist, at ymiskir einstaklingar og bólkar høvdu í fleiri høvum upplivilsir, har ið teir sóu hin upprisna Jesus. Henda niðurstøðan er nærum óreingilig” (Craig 2015: 220-221, mín týðing).

LES EISINI  Jesus livir - trygg er trúargrund!

2. Teir trúðu tí. Eftir Jesu krossfesting og deyða vórðu lærusveinarnir hjá Jesusi umbroyttir – frá einum bólki av óttafullum persónum, ið noktaðu, at teir kendu Jesus, og sum fóru frá honum, tá ið hann varð handtikin og krossfestur, og teir vórðu umbroyttir til ein bólk av djørvum persónum, ið hildu á við at vera støðufastir, hóast teir vórðu hóttir við fongsulsrevsing, pínslu og deyða vegna teirra trúgv. Hetta sæst klárt og týðiliga bæði í og uttanfyri Nýggja testamenti (Habermas & Licona 2004: 49-50):

a. Í Ápostlasøguni er tað greitt, at uppreisnin var høvuðsboðskapurin hjá ápostlunum (Áps 4,2.33), men hesin boðskapurin hevði kortini ein persónligan kostnað fyri ápostlarnar. Í Ápostlasøguni 4 síggja vit eitt nú, at Pætur og Jóhannes verða handtiknir og settir í varðhald. Í Ápostlasøguni 5 síggja vit, at ápostlarnir verða handtiknir, settir í varðhald og húðflettir. Og í Ápostlasøguni 12 lesa vit, at Jákup, bróðir Jóhannesar, verður dripin við svørði, og at Pætur verður fongslaður. Vit síggja altso klárt og týðiliga, at lærusveinarnir vóru viligir til at líða fyri trúnna á, at hin upprisni Jesus hevði sýnt seg fyri teimum (ibid.: 56).

LES EISINI  Hann er risin upp! - Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (seinni partur)

b. Umleið á 95 eftir Krist skrivaði Klemens úr Róm, ein av ápostólsku fedrunum, eitt bræv til samkomuna í Korint, har ið hann lýsir líðingina bæði hjá Pæturi og hjá Paulusi (ibid.). Hesum viðvíkjandi sigur hann millum annað: ”Vegna øvundsjúku vórðu kirkjunnar størstu og mest rættlátu súlur meinsøktar og avrættaðar” (Clemens 1885: 6, mín týðing).

c. Umleið ár 110 eftir Krist skrivaði Ignatius úr Antiokia (30–107 e.Kr.) sjey brøv. Í brævi sínum til kirkjuna í Smýrna leggur hann millum annað dent á, at lærusveinarnir gjørdust djarvari, tá ið teir høvdu sæð hin upprisna Jesus. Av tí at teir høvdu møtt hinum upprisna, vóru teir ikki longur bangnir fyri deyðanum. Harafturímóti sigur Ignatius, at teir vunnu á deyðanum. Hetta sipar eftir øllum at døma til tann djarva hugburðin til deyðan, sum teir sýndu í sambandi við sín egna deyða (Habermas & Licona 2004: 57).

Hesar bíbilsku og ikki-bíbilsku keldurnar staðfesta, at lærusveinarnir vóru viligir til at líða og doyggja fyri sína trúgv. Teirra sannføring viðvíkjandi Jesu uppreisn hevur hóast hetta ikki neyðturviliga við sær, at teir høvdu rætt. Men hetta, at teir vóru viligir til at líða og doyggja, er í hvussu so er ein ábending um, at teir hildu, at teirra trúgv var sonn. Teir vóru viligir til at líða og doyggja vegna sín egna vitnisburð um, at teir persónliga høvdu sæð hin upprisna Jesus. Talan er altso ikki um eina óvissa trúgv. Harafturímóti liðu og doyðu lærusveinarnir fyri nakað, sum teir vistu var antin satt ella ósatt. Og teir høvdu neyvan liðið og doyð fyri nakað, sum teir vistu var ósatt (Habermas & Licona 2004: 59). Tað er kanska eingin onnur sannroynd viðvíkjandi uppreisnini, sum er so viðurkend millum granskarar, sum sannroyndin um, at tey fyrstu kristnu høvdu nøkur verulig upplivilsir, ið tey hildu vera framkomur av hinum upprisna Jesusi. Atfinnarar kunnu kanska halda uppá, at talan er um eina sansahvørving, men teir nokta kortini ikki, at lærusveinarnir veruliga upplivdu okkurt ávíst (ibid.: 60).

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn III - Paulus og Jákup vendu brádliga um eftir Jesu uppreisn

Keldur

Clemens af Rom. 1885. The First Epistle of Clement to the Corinthians. Í: The Apostolic Fathers with Justin Martyr and Irenaeus (Vol. 1). Alexander Roberts, James Donaldson & A. Cleveland Coxe (red.). Buffalo, NY: Christian Literature Company.

Craig, William Lane. 2015. On Guard for Students: A Thinker’s Guide to the Christian Faith. Colorado Springs: David C Cook.

Habermas, Gary R. & Michael R. Licona. 2004. The Case for the Resurrection of Jesus. Grand Rapids, MI: Kregel Publications.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina