Er tað møguligt at rísa upp frá deyðum?

Hetta er fyrsta grein av átta greinum eftir Jonhard Jógvansson, cand. theol., um prógv fyri Jesu uppreisn. Hesaferð kannar Jonhard spurningin, um undur yvirhøvur kunnu koma fyri – um tað yvirhøvur er møguligt at rísa upp frá deyðum.

”Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum” (1 Kor 15,16-19).

Líka frá fyrstantíð hevur trúgvin á Jesu uppreisn verið grundleggjandi fyri kristnu trúnna. Paulus leggur enntá dent á, at kristna trúgvin og boðanin eru fáfongd, um Jesus ikki er risin upp frá deyðum (1 Kor 15,14). Sambært Paulusi stendur og fellur kristindómur altso við spurninginum um Jesu uppreisn. Men er tað í roynd og veru møguligt at rísa upp frá deyðum? Viðvíkjandi hesum spurningi sigur Stefan Gustavsson: ”Um naturalisman er sonn, so er svarið nei. Uppreisn kann ikki henda – ikki á nakran hátt. Um Gud ikki er til, um hitt yvirnatúrliga ikki er til, um náttúran er tað einasta, sum er til, so kann uppreisn ikki henda” (Gustavsson 2017: 157, mín umseting).

Heimspekiligu fortreytirnar

Møguleikarnir, sum søgufrøðingurin umhugsar, fara uttan iva at vera treytaðir av tí fatan av veruleikanum, sum hann hevur við sær í viðførninginum.

Um søgufrøðingurin fer undir sítt arbeiði við tí vissu, at deyð ikki rísa upp, so hevur hann longu avgjørt, at Jesus heldur ikki er risin upp frá deyðum (Pannenberg 1968: 97).

Ein kemur jú ongatíð til ta niðurstøðu, at eitt undur er hent, um ein frammanundan er vissur í, at undur ikki henda. Okkara heimspekiligu fortreytir hava altso ein avgerandi leiklut, tá ið vit skulu svara spurninginum um, hvørt undur eru møgulig ella ikki.

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn I - Jesu krossfesting og deyði

Próvgrundin hjá Hume ímóti undrum

Í upplýsingartíðini varð ”Essay on Miracles” hjá David Hume hildin at vera ein staðfesting av, at ein ikki kann prógva eitt undur. Í sínum kanningararbeiði leggur Hume dent á, at trúgvin á eitt undur kann ongatíð sannast, tí at ein natúrlig frágreiðing fer altíð at vera tann mest sannlíka. Próvgrundin hjá Hume snýr seg altso ikki um, at undur eru ómøgulig, men at ein ongatíð fer at fáa nokk av ábendingum til at kunna staðfesta, at eitt undur veruliga er hent (Groothuis 2011: 533-534). Sjálvur orðar Hume seg soleiðis: ”Eitt undur er eitt brot á náttúrulógirnar. Og av tí at hesar lógir eru grundfestar við óvikandi og óreingjandi royndum, so er prógvið ímóti einum undri … so fullgilt, sum vit yvirhøvur kunnu ímynda okkum…” (Hume 2010: 184, mín umseting). Her síggja vit, at Hume lýsir eitt undur sum eitt brot á náttúrulógirnar. Royndirnar vísa, at at hesar lógir ikki kunnu vikast. Tessvegna kemur Hume til ta niðurstøðu, at prógvið ímóti undrinum er fullgilt.

Bítur seg sjálvan í halan

Hume er kortini ikki ópartískur, tá ið hann fer í holt við sítt arbeiði. Hansara áskoðan útihýsir harafturímóti undrinum frammanundan (Habermas 1976: 89). Tankagongdin hjá Hume inniber enntá, at ein ikki skal trúgva á undur, sjálvt um tey henda. Tá ein í sínum byrjanarstøði gevur náttúrulógunum størri sannlíkindi, so er undrið jú gjørt ómøguligt frammanundan (Gustavsson 2000: 142).

Próvførslan hjá Hume bítur seg sjálvan í halan, tá hann sigur, at undur eru eitt brot á náttúrulógirnar og harnæst talar ímóti undrum út frá náttúrulógarinnar ”óvikandi og óreingjandi royndum.”

Tey sannlíkindi, sum Hume arbeiðir við, eru haldgóð innanfyri rammurnar hjá náttúrulógini, men viðvíkjandi undrum snýr spurningurin seg jú um sjálva rammuna. Tað er, sum C. S. Lewis sigur: ”Eingin gransking av sannlíkindum innanfyri eina ávísa rammu kann nakrantíð greiða okkum frá, hvussu sannlíkt tað er, at sjálv ramman kann verða brotin” (Lewis 2001: 164, mín umseting).

LES EISINI  Hann er risin upp! - Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (seinni partur)

Próvgrundin er trupul

Próvgrundin hjá Hume ímóti undrum er trupul, tí at hann kann einans siga, at allar royndir stuðla hansara áskoðan, um hann hevur fingið staðfest, at allar aðrar royndir eru falskar. Men hann hevur jú ikki fingið granskað alt heimsins próvtilfar. Og tí kann hann einans siga, at allir vitnisburðar um undur eru falskir, við at hugsa frammanundan, at undur ikki eru møgulig (Habermas 1976: 90). Tá ið ein arbeiðir við ábendingum bæði fyri og ímóti undrum, so vísir tað seg altso, at niðurstøðan vanliga botnar í spurninginum um, hvørt undur henda ella ikki (Copan & Tacelli 2000: 76).

Mugu fyrst og fremst kanna málið

Sambært Hume er hitt løgbundna altíð meira sannlíkt enn undrið.

Men um ein ynskir at vita, hvat ið veruliga hendi, so má ein fyrst og fremst kanna málið og royna at finna fram til sannroyndirnar (Gustavsson 2000: 142).

Og viðvíkjandi uppreisnini eru uppáhald nevniliga løgd á borðið, sum benda á, at hin upprisni Jesus veruliga sýndi seg fyri sínum vinum. ”Tað eru hesar frásøgnirnar, ið eiga at verða granskaðar, um ein ynskir at finna út av, hvørt uppreisnin er tann besta frágreiðingin til tær søguligu sannroyndirnar” (Habermas 1976: 113, mín umseting).

Mynd: bluebudgie á Pixabay

Ein mikið betri kós

Mótsett Hume leiðir Wolfhart Pannenberg okkum á eina mikið betri kós hesum viðvíkjandi. Í sínum granskingararbeiði av Jesu uppreisn kemur Pannenberg nevniliga fram til ta niðurstøðu, at Jesu uppreisn er sera sannlík søguliga sæð. Og tá ið tað snýr seg um søguliga kanning, skal ein altíð halda seg til tað, ið er mest sannlíkt, inntil ábendingar um tað øvugta eru løgd á borðið (Pannenberg 1968: 105). Pannenberg er altso sannførdur um, at ein kanning av sannroyndunum fer at stuðla uppreisnini sum eina veruliga søgulig hending. ”Tað snýr seg nevniliga ikki um eina hending í huganum, men um ein veruleika í tí ytra heiminum, nakað, sum ein tessvegna bæði kann og skal bera fram próvgrundir fyri…” (Højlund 2010: 6, mín umseting).

LES EISINI  Jesu uppreisn prógvar, at hann er tann, sum hann segði seg vera

Í holt við arbeiðið

Í bók síni ”Miracles” sigur C.S. Lewis: ”Men um vit viðganga, at Gud er til, mugu vit so eisini viðganga, at undur henda? Ja, avgjørt! Tú kanst ikki tryggja teg ímóti teimum. Soleiðis ljóðar avtalan” (Lewis 2001: 169, mín umseting). Um tað er møguligt, at Gud er til, so er tað altso eisini møguligt, at Jesus reis upp frá deyðum. Og so leingi tað er møguligt, at Jesus reis upp frá deyðum, so er ein kanning av tí søguliga tilfarinum viðvíkjandi Jesu uppreisn eisini týdningarmikil. Latum okkum tí við frímóði fara í holt við hetta arbeiðið! (Gustavsson 2017: 158).

 

Keldur

Copan, Paul & Ronald K. Tacelli (Ed.). 2000. Jesus´ Resurrection: Fact or Figment? A Debate Between William Lane Craig & Gerd Lüdemann. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Groothuis, Douglas. 2011. Christian Apologetics: A Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Hume, David. 2010. Undersøgelser: Erkendelsesteori & Moralfilosofi. København: Informations Forlag.

Højlund, Asger Chr. 2010. Pannenbergs kristologi – en præsentation og en kritik. Oploaded på SEE-J, Nordisk Teologi.

Lewis. C.S. 2001. Miracles: A Preliminary Study. London: HarperCollins Publishers.

Pannenberg, Wolfhart. 1968. Jesus – God and Man. Philadelphia: The Westminster Press, second Edition.

 

Netið

Habermas, Gary R. 1976. The Resurrection of Jesus: A Rational Inquiry. A Dissertation Submitted to Michigan State University. (05.04.2019).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina