Jesus livir – trygg er trúargrund!

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“… triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.”

Jesus reis veruliga upp

Jesu deyði og uppreisn eru týdningarmestu hendingar í heimssøguni og samstundis grundsúlurnar í okkara frelsu. Tí uttan Jesu deyða var eingin sóning og harvið fyrigeving fyri okkara synd. Uttan hansara uppreisn hevði einki ævigt lív verið saman við Gudi.

Trúgvin á uppreisnina byggir ikki á tilvildarligar gudfrøðiligar niðurstøður, men á víðfevndar eygnavitnisfrágreiðingar frá teimum, sum sóu hann eftir uppreisnina.

Ikki bert var grøvin tóm, mong ymisk menniskju sóu eisini tann upprisna, tosaðu við hann, numu við hann, ótu saman við honum. Tað er talandi, at sami lítli skari, sum fjaldi seg aftanfyri stongdar dyr eftir Jesu deyða, knappliga fór út um allan tá kenda heimin við pástandinum um, at Jesus Kristus veruliga var upprisin. Ekkaleys fóru tey í deyðan júst fyri henda pástand, tí tey hvørki vildu ella kundu taka hann aftur.

LES EISINI  Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

Týdning fyri meg?

Jesu uppreisn er fast prógv um, at frelsan veruliga er fullgjørd. Langa fríggjadag segði Jesus tað, páskamorgun skrivaði Gud undir uppá tað. Tí var nøkur synd eftir at bøta fyri, hevði Gud ikki reist hann uppaftur. Tá trúgv okkara á syndanna fyrigeving verður álopin, kunnu vit líta at Jesu uppreisn.

Hon er eisini prógv um, at Jesus veruliga var tann, hann segði seg vera – Guds sonur og tann lovaði frelsarin. Leyg hann, hevði Gud ikki reist hann upp frá deyðum.

Frelsari okkara er risin upp frá deyðum sum tann fyrsti av fleiri (les allan “uppreisnarkapitulin” 1 Kor 15).

Hann slóðaði fyri, at vit kunnu koma aftaná.

Sami persónur, sum varð lagdur í grøvina, reis upp, men nú hevði hann tó fingið eitt dýrdargjørt, himmalskt likam. Á sama hátt skulu vit rísa upp. Jesu uppreisn gevur okkum eina livandi vón um ævigt lív, tí hann, vit vóna á, livir (1 Pæt 1,3-4). Hansara uppreisn er trygd fyri okkara uppreisn.

LES EISINI  Heilagi Andin er Gud

Eftir uppreisnina vísti Jesus seg fyri lærusveinunum og undirvísti teimum. Ikki minst kallaði hann teir til at bera gleðiboðini um hann út til øll fólkasløg.

Evangeliið um himmalsferðina

Síðani fór Jesus frá teimum til himmals, meðan teir sóu hann (Luk 24,50-51; Áps 1,9). Nú var sjónliga samvera hansara við vinir sínar endað. Men virki hansara heldur fram í himli. Har talar hann okkara søk við Guds trónu (Róm 8,34; Hebr 7,25). Og haðani leiðir hann okkum í síni missión, sum hann hevur sett í gongd her á jørð og sum er at vinna tann falna heimin aftur. Hann situr nú við Guds høgru hond og hevur alt vald í himli og á jørð (Matt 28,18).

Tó er hann enn veruliga hjá okkum.

Hann er til staðar í sínum orði og sakramentum, hann er við, tá vit koma saman, og fylgir okkum á øllum leiðum okkara, alt til veraldar enda

(Matt 18,20; 28,20; Róm 10,6-8). Alt hetta hendir gjøgnum Heilaga Andan, sum vit skulu steðga við í komandi grein (Jóh 14,16-21).

Hetta skiltu ápostlarnir fullvæl, tí eftir himmalsferðina vendu teir aftur til Jerúsalem “við miklari gleði”. Størri andsøgn til mótloysið og vónloysið langa fríggjadag kann ikki hugsast.

LES EISINI  Hvat er tann besta frágreiðingin?

Hann kemur aftur

Ein dag kemur Jesus aftur. Einki menniskja veit nær. Tá hann kemur, skulu øll tey deyðu rísa upp. Tey, ið hoyra honum til, til ævigt lív, og tey, ið ikki hoyra honum til, til æviga glatan. Guds orð undirstrikar, at øll skulu fram fyri Guds dómstól at gera roknskap fyri sítt lív (Róm 14,12; Hebr 9,27). Tí ræður um at vera vakin og ferðabúgvin til eina og hvørja tíð. Tað merkir serliga at liva í opnum og ærligum viðurskiftum við hann.

Heimsins endi og dómadagur verður altso ein dag ikki bert eitt hugtak, men sjónligur og altumfatandi veruleiki. Seinasta tíðin frammanundan er alt meira merkt av Sátans valdi. Men Jesus hevur størri vald og skal knúsa hann.

Dómadagur er tí loysn fyri tann kúgaða minnilutan, sum Guds børn eru í hesum heimi (Luk 21,28).

Tá skal frelsan í Kristi vera fullkomin veruleiki um allar ævir.

 

Í næstu grein fara vit undir triðju trúargrein, trúnna á Heilaga Andan.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina