Hann er risin upp! – Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (fyrri partur)

Hetta er onnur grein av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn. Hesaferð og í næstu grein gjøgnumgongur Jonhard helst elsta partin av Nýggja testamenti.

“Tí at eg handaði til tykkum fyrst og fremst tað, sum eg eisini tók ímóti, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv, og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum, og síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær, eins og ein, ið er føddur í ótíð” (1 Kor 15,3-8, mín umseting úr grikskum).

Inngangur

Í 3. versi sigur Paulus, at hann handaði til tey í Korint fyrst og fremst tað, sum hann eisini tók ímóti. Her sigur Paulus altso, at hann hevur fingið tað, sum hann nú sigur, frá einari aðrari keldu. Hesum viðvíkjandi leggur Gary Habermas dent á, at hetta uttan iva sipar til fyrstu ápostólsku læruna millum ár 30 – 50 e.Kr. (tað er áðrenn Nýggja Testamenti varð skrivað) (Habermas 2009: 203-204). Sambært Michael Licona eru griksku orðini fyri at handa og at taka ímóti (paradidōmi og paralambanō) við til at leggja dent á, at talan er um eina traditión (Licona 2010: 224). New Bible Dictionary lýsir orðið traditión sum tað, ið verður handað víðari, serstakliga læra, ið verður handað víðari frá einum lærara til sínar lærusveinar (Lane 1996: 1199). Tað, sum Paulus sigur her, er altso tengt at eini eldri traditión/“trúarjáttan”, sum hann sjálvur hevði tikið ímóti. Men hvat er so keldan til tað, ið Paulus sigur?

Sambært vanligastu tíðarfestingini av umvendingini hjá Paulusi (millum 1 og 3 ár eftir Jesu krossfesting) kann ein grundgeva fyri, at Paulus fekk hetta tilfarið einaferð ímillum ár 34 og 36 e.Kr. (Habermas 2009: 206-207)

Í Galatabrævinum 1,18 lesa vit nevniliga: “Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerusalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar.” Paulus hevur kanska fingið hesa traditiónina í hesum tíðarbilinum, tí ein kann ganga út frá, at teir ikki bara hava tosað um veðrið (Bauckham 2006: 266).

Sambært Habermas eru flestu granskarar samdir um, at Paulus fekk hesa traditiónina frá Pæturi og Jákupi, meðan hann var í Jerusalem umleið 6 ár eftir Jesu krossfesting (Habermas 2009: 208). Fyri sjálvar ápostlarnar kann uppreisnarboðskapurin sjálvandi verða tíðarfestur enn fyrr. James D. G. Dunn sigur til dømis, at vit kunnu vera vís í, at henda traditiónin varð orðað einans nakrar mánaðir eftir deyða Jesusar (Dunn 2003: 855).

Lærd meta, at orsøkin til henda boðskapin má skyldast tað, sum teir fyrstu lærusveinarnir sjálvir upplivdu.

Teir vóru heilt sannførdir um, at teir høvdu sæð tann upprisna Jesus.

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn II - Lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum

Viðvíkjandi 1. Korintbrævi 15,3-8 undirstrikar Stefan Gustavsson: ”Hitt týdningarmesta keldutilfarið viðvíkjandi uppreisnini er ein tekstur hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 15, sum Paulus skrivaði umleið ár 55 e.Kr. Teksturin hevur fingið hetta støði, tí at innihaldið er sera gamalt og kann førast heilt aftur til innasta bólkin av vitnum í Jerusalem” (Gustavsson 2017: 167). Søguliga sæð er teksturin altso sera áhugaverdur. Hann uppfyllir nevniliga nøkur týdningarmikil metingarstøði, sum søgufrøðingar brúka:

  • Vitnisburðir, ið liggja nær sjálvari hendingini, stuðla søgulig uppáhald.
  • Vitnisburðir hjá sjónarváttum stuðla søgulig uppáhald.
  • Fleiri óheftar keldur stuðla søgulig uppáhald (til dømis tvey vitni til somu hending eru tvær óheftar keldur).

Útlegging

Vers 3a: Her heldur Paulus á við at lýsa orðið, sum hann longu hevur nevnt í 2. versi. Hetta er eisini orsøkin til, at teksturin byrjar við orðinum “tí”. Nú gevur hann altso eina gjøllari lýsing av orðinum, sum hann boðaði gleðiboðskapin við (Fee 2014: 801). Og í sambandi við hesa lýsingina brúkar hann síðani hesi bæði teknisku orðini fyri handanina av traditión, nevniliga at handa og at taka ímóti (Fitzmyer 2008: 545). Tá ið Paulus sigur, at hann handaði til tey ”fyrst og fremst” tað, sum hann eisini tók ímóti, so er hetta við til at undirstrika týdningin av traditiónini, sum hann handaði teimum.

Traditiónin er ein samandráttur av tí grundleggjandi kristna lærdóminum og hevur tí sera stóran týdning fyri alla argumentatiónina hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 15 (Kelly 2011: 17).

Traditiónin inniheldur sumt, ið bendir á, at talan upprunaliga hevur verið um eina arameiska traditión (altso málið, sum Jesus og lærusveinarnir brúktu fyri tað mesta):

  • Grikska orðið hoti (at) verður brúkt fýra ferðir á rað. Hetta var vanligt innan arameiskt málbrúk.
  • Kefas er arameiskt, men Paulus skrivaði á grikskum.

Málið, sum Paulus brúkar í hesum samanhangi, bendir altso á, at tann grundleggjandi kristni lærdómurin kann sporast heilt aftur til byrjanarstøðið. Tann grundleggjandi læran um Jesu deyða og uppreisn hevur altso verið ein meginregla í kristnu trúnni líka frá fyrstu tíð. Og tað er henda grundleggjandi læran, sum Paulus fyrst og fremst handaði til tey kristnu í Korint.

Peter V. Legarth kemur til hesa niðurstøðu hesum viðvíkjandi: “Ta elstu frásøgnina um Jesu uppresin frá teimum deyðu kunnu vit finna hjá Paulusi í 1. Korintbrævi 15,1-11. Paulus nýtir traditiónsmál. Hann hevur sjálvur fingið frásøgnina um Jesu deyða og uppreisn í einari traditión, sum eftir øllum at døma varð samansett longu í fyrstu helvt av tríatiárunum. Av málbrúkinum kann ein staðbinda traditiónina til arameiskt-talandi kristin, tað eru kristin úr Jerusalem ella Galilea. Við øðrum orðum er talan altso um eina sera gamla traditiónseind. Tað er greitt, at trúgvin á Jesu likamligu uppreisn frá teimum deyðu var ein upprunalig trúgv í tí elstu samkomuni. Tað var ikki ein trúgv, ið menti seg so líðandi” (Legarth 2016: 23).

(Mynd: T. C. Perch)

Fýra at-setningar

3b-5: Trúarjáttanin er bygd upp við fýra at-setningum:

  • At Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar
  • At hann varð grivin
  • At hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar
  • At hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv
LES EISINI  Er tað møguligt at rísa upp frá deyðum?

Fyrsti setningurin í trúarjáttanini lýsir sjálvan kjarnan í gleðiboðskapinum: ”at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar” (3b). Hetta, at Jesus doyði fyri okkara syndir og í okkara stað, kann eisini lýsast við 2. Korintbrævi 5,21: ”Tann [Jesus], sum ikki visti um synd, gjørdi hann [Gud] til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guds rættvísi í honum.” Trúarjáttanin staðfestir altso ta frelsandi fylgjuna av Jesu deyða. Í Rómverjabrævinum 4,25 knýtir Paulus eisini Jesu deyða saman við Jesu uppreisn: ”…hann [Jesus] sum fyri misgerðir okkara varð givin upp [til deyðan] og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.” Tá ið tað snýr seg um frelsuna og rættvísgeringina, so er tað altso ein tættur samanhangur millum Jesu deyða og uppreisn (Fitzmyer 2008: 546).

Annar setningur í trúarjáttanini er: ”at hann varð grivin” (4a). Hetta er við til at undirstrika, at tað var líkið av einum deyðum persóni, sum varð lagt í grøvina, og at uppreisnin harvið ikki skal skiljast sum ein ”andlig” uppreisn, men sum ein verulig likamlig uppreisn. Sjálvt um tann tóma grøvin ikki verður nevnd í hesi trúarjáttanini, so er hesin samandrátturin av kristnu trúnni tó við til at staðfesta frásøgnina um ta tómu grøvina. Tá ið dentur verður lagdur á deyða, jarðarferð og uppreisn á triðja degi, so ber hetta sjálvandi eisini í sær eina tóma grøv (Fee 2014: 805).

Tað er sannlíkt, at jarðarferðin verður nevnd serliga av tveimum orsøkum:

  1. At leggja dent á, at Jesus veruliga var deyður.
  2. At leggja dent á, at tá ið Paulus harnæst nevnir uppreisnina, so skal hetta skiljast soleiðis, at talan er um uppreisn likamsins til eitt nýtt lív – nakað, sum harvið førir til eina tóma grøv.

Tá ið tey fyrstu kristnu prædikaðu uppreisn frá deyðum, so bar hetta í tátíðar jødisku fatan í sær, at øll menniskjan, bæði likam og sál, var risin upp til eitt nýtt lív (Holmberg 2001: 157). Fyri tey hevði ein uppreisn uttan eina tóma grøv givið líka nógva meining sum ein fýrakantaður rundingur. Tann tóma grøvin verður altso ikki nevnd í hesi trúarjáttanini, tí at tað býr undir sjálvum orðinum ”uppreisn”, at talan sjálvandi er um eina likamliga uppreisn og eina tóma grøv (Ellis 1974: 273).

LES EISINI  Jesu uppreisn prógvar, at hann er tann, sum hann segði seg vera

Triði setningur í trúarjáttanini, er: ”at hann varð reistur upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar” (4b). Paulus vil leggja dent á tann stóra týdningin, sum uppreisnin hevur fyri ta kristnu trúnna. Uttan uppreisnina hevði Jesu deyði og jarðarferð als ikki verið ein partur av einum gleðiligum boðskapi (Ciampa & Rosner 2010: 748). Men nú hevur Gud reist Jesus upp frá deyðum! Rómverjabrævið 8,11 er ein góður samandráttur av tankagongdini hjá Paulusi: ”Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum.”

Tað er sannlíkt, at tann triði dagurin er komin við í trúarjáttanina, tí at tað var á hesum degi, at tann tóma grøvin varð funnin, og tað var á hesum degi, at Jesus sýndi seg fyrstu ferð (Fee 2014: 806).

Hesin triði dagurin, sunnudagur, verður tí eisini kallaður Harrans dagur (Opb 1,10). Tað var á hesum degi, at Jesus reis upp. Tað er mest sannlíkt, at “samsvarandi við skriftirnar” (3b og 4b) sipar til profetin Jónas í Gamla Testamenti.[1]

Fjórði setningur í trúarjáttanini er: ”at hann varð sæddur av Kefasi, síðan av teimum tólv” (5). Líkasum Jesu deyði varð staðfestur við jarðarferðini, soleiðis verður Jesu uppreisn eisini staðfest við tí, at Jesus sýndi seg fyri lærusveinunum (Ciampa & Rosner 2010: 748). Hetta, at Jesus sýndi seg, er við til at staðfesta, at talan er um eina veruliga hending (Fee 2014: 808). Hann reis upp, og hann varð sæddur! Viðvíkjandi grikska orðinum ōphthē (“hann varð sæddur”) undirstrikar Ben Witherington III, at ōphthē sipar til Jesu framkomu sum eina veruliga hending. Talan var ikki bara um nakað, sum lærusveinarnir hildu uppá. Jesus kom veruliga til sjóndar! (Witherington 1995: 301) Fyri at leggja dent á henda veruleikan, nevnir Paulus fýra aðrar hendingar, har ið Jesus sýnir seg (6-8). Jesu uppreisn var altso ikki ein holdleys hending. Nei, líkasum hann veruliga var deyður og jarðaður, soleiðis varð hann eisini veruliga reistur upp frá deyðum likamliga og sæddur av einum hópi av menniskjum.

 

Framhald í næstu grein

[1] Les meira um hetta her: https://trubodin.fo/tekin-jonasar/

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina