Sannroyndirnar um Jesu uppreisn I – Jesu krossfesting og deyði
Hetta er tann fjórða av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn. Hetta er samstundis tann fyrsta greinin um sannroyndirnar um Jesu uppreisn.
Eftir gjøgnumgongdina av Fyrra korintbrævi 15,3-8 fara vit nú at viðgera spurningin um Jesu uppreisn út frá fimm søguligum sannroyndum. Hesar sannroyndirnar eru ein týðandi partur av mínum arbeiðshátti. Hetta er ein arbeiðsháttur, har ið eg taki støði í teimum minstu sannroyndunum.[1] Tá ið ein nýtir hesa tilgongd, tekur ein einans hædd fyri teimum sannroyndunum, sum eru so væl staðfestar, at tær verða góðtiknar av nærum øllum granskarum – eisini teimum skeptisku (Habermas & Licona 2004: 44). Harnæst verður ført fram, at Jesu uppreisn er tann besta frágreiðingin til hesar minstu sannroyndirnar (Groothuis 2011: 540).
Í bók síni The Case for the Resurrection of Jesus nevna Gary Habermas og Michael Licona hesar fimm sannroyndirnar:
- Jesu krossfesting og deyði.
- Lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum.
- Paulus broyttist brádliga.
- Jákup, bróðir Jesusar, broyttist brádliga.
- Grøvin var tóm.
Habermas og Licona kalla hesar sannroyndirnar fyri eina kvintett av sannroyndum (4+1). Teir siga ”4+1”, tí at tær fyrstu fýra sannroyndirnar uppfylla teirra krøv til tær minstu sannroyndirnar,[2] meðan hin tóma grøvin ikki uppfyllir teirra krøv, men kortini verður góðtikin sum ein søgulig sannroynd av meginpartinum av granskarum (Habermas & Licona 2004: 48).
Tað eru serliga fimm metingarstøði, sum søgufrøðingar brúka, tá ið teir skulu finna út av, um ein hending er søguliga eftirfarandi ella ikki:
- Fleiri óheftar keldur. Tá ið ein hending verður staðfest av meira enn einari óheftari keldu, so er hetta ein ábending um søguligt sannindi.
- Váttan frá fíggindum. Um ein vitnisfrágreiðing verður givin av einari keldu, sum er fíggindaliga sinnað mótvegis persóninum ella boðskapinum, sum fær ágóðan av boðskapinum, so er hetta ein ábending um søguligt sannindi.
- Pínlig ásannan. Um keldan ber okkurt fram, sum er pínligt fyri sjálva kelduna, so er hetta eisini ein ábending um søguligt sannindi.
- Vitnisburðar hjá sjónarváttum. Vitnisburðar hjá sjónarváttum eru vanliga sterkari enn óbeinleiðis frágreiðingar.
- Vitnisburðar, ið liggja tætt upp at sjálvari hendingini. Vitnisburðar eru meira álítandi, tá ið tað er stutt tíðarbil millum sjálva hendingina og frágreiðingina um hana (ibid.: 37-39).
Habermas og Licona leggja dent á, at um ein søgufrøðingur fær brúkt eitt ella fleiri av hesum metingarstøðunum, so kann søgufrøðingurin eisini við størri vissu staðfesta, um talan er um eina veruliga søguliga hending ella ikki (ibid.: 36).
Jesu krossfesting og deyði
Tann fyrsta sannroyndin, sum vit fara at viðgera, er Jesu krossfesting og deyði. Henda sannroynd kann staðfestast á ymiskan hátt. Fyri tað fyrsta eru tað ymiskar óheftar keldur, bæði kristnar og ikki-kristnar, sum sipa til hesa hending. Tær elstu kristnu keldurnar finna vit í brøvunum hjá Paulusi. Og tann elsta av hesum er Galatabrævið, sum kann tíðarfestast antin millum 53-54 e.Kr. ella so tíðliga sum 49 e.Kr. Tær elstu varðveittu ávísingarnar til Jesu krossfesting kunnu sostatt tíðarfestast minni enn 25 ár eftir sjálva hendingina (Webb 2010: 671). Í Galatabrævinum sipar Paulus beinleiðis til Jesu krossfesting: ”O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum?” (Gal 3,1). Harumframt er krossfestingin eisini avgerandi í Fyrra korintbrævinum: ”Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guds vitnisburð. Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan” (1 Kor 2,1-2). Søguliga sæð er Filippibrævið 2,6-11 eisini áhugavert. Her endurgevur Paulus nevniliga ein gamlan kristnan lovsang, sum var til, longu áðrenn Paulus nakrantíð trein inn á pallin (ibid.: 673). Í hesum lovsangi lesa vit nevniliga, at Jesus ”… varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (v. 8). Harumframt síggja vit eisini Jesu krossfesting og deyða í øllum evangeliunum (sí Mark 15,24-37; Matt 27,35-50; Luk 23,33-46; Jóh 19,16-37).
Umframt kristnar keldur eru eisini aðrar ikki-kristnar keldur, ið sipa til Jesu krossfesting. Tann týdningarmesta av hesum stavar frá jødiska søgufrøðinginum Josefus Flaviusi (37-100 e.Kr.). Í sínum Antiquitates Judaicae, sum verður tíðarfest einaferð í 90’unum, skrivar hann:
Um hetta mundið trein Jesus fram, ein vísur maður, um tað nú annars er rætt at kalla hann fyri menniskju, tí at hann gjørdi undurfullar gerningar, og hann var lærari hjá teimum, ið taka ímóti sannleikanum við gleði. Hann vann nógvar jødar til sín sjálvs og eisini nógvar hellenar. Hann var Kristus. Og tá ið Pilatus hevði dømt hann til at verða krossfestur, eftir at hann varð meldaður av nøkrum av teimum leiðandi monnunum okkara millum, bleiv hann kortini ikki svikin av teimum, ið fyrst høvdu fingið kærleika til hansara. Tí at hann opinberaði seg livandi fyri teimum hin triðja dagin, og teir guddómligu profetarnir høvdu spáað hetta um hann umframt mong onnur undurfull ting. Og inntil nú er ættin hjá teimum kristnu, sum eru uppkallað eftir honum, ikki givin við at vera til (Josefus endurgivið eftir Gustavsson 2000: 121-122, mín umseting).
Hóast granskarar hava kjakast nógv um henda tekstin, sum eisini verður róptur Testimonium Flavianum, so eru teir flestu kortini samdir í, at hann er blivin broyttur av einum kristnum tekstfalsara. Tað eru serliga trý støð í tekstinum, sum eru ivasom:
- ”…um tað nú annars er rætt at kalla hann fyri menniskju”.
- ”Hann var Kristus”.
- ”Tí at hann opinberaði seg livandi fyri teimum hin triðja dagin, og teir guddómligu profetarnir høvdu spáað hetta um hann umframt mong onnur undurfull ting”.
Burtursæð frá teimum ivasomu pørtunum eru tað kortini góðar orsøkir til at trúgva, at teksturin upprunaliga varð skrivaður av Josefusi (Licona 2010: 238-239). Henda niðurstøðan kann eitt nú grundast á ta sannroynd, at tað finnast bæði arabiskar og sýriskar útgávur av Testimonium Flavianum, sum ikki rúma hesi ivasomu brotini (Webb 2010: 685-686). Hvat sigur Josefus so um Jesus, tá ið ein sær burtur frá teimum ivasomu brotunum í Testimonium Flavianum? Jú, vit kunnu siga, at Josefus vitnar um umdømið av Jesusi sum ein, ið gjørdi undurfullar gerningar, at hann varð krossfestur av Pontiusi Pilatusi, og at hann stovnaði kristnu rørsluna (Bruce 1982: 40-41).
Viðvíkjandi eldinum í Róm[3] skrivar rómverski søgufrøðingurin, Tacitus:
Men at fáa hetta ringa slatrið at tagna, at eldurin var ásettur, megnaðu hvørki menniskju, gávuregnið hjá keisaranum ella sáttargudstænasturnar. Fyri at fáa fólkaprátið at tagna avgjørdi Nero altso at geva teimum skyldina, sum almúgan kallaði kristin og hevði andstygd fyri vegna teirra skemdargerðir. Og hesi førdi hann ígjøgnum tær størstu pínslurnar. Navnið ”kristin” høvdu tey eftir Kristusi, sum varð avrættaður undir Pontiusi Pilatusi, landshøvdinga, meðan Tiberius var keisari (Tacitus 2009: 421, mín umseting).
Tað fyrsta, sum vit varnast, er, at Tacitus er fíggindaliga sinnaður mótvegis teimum kristnu. Sostatt er tað eisini hugsandi, at Tacitus ikki hevur fingið sína vitan frá teimum kristnu, men kanska heldur frá einari almennari frásøgn ella kanska frá frágreiðingini hjá sjálvum Pilatusi (Bruce 1982: 23). Tacitus váttar, at Jesus bleiv avrættaður av rómversku myndugleikunum undir Pontiusi Pilatusi. Viðvíkjandi latínska tekstinum leggur Webb eisini dent á, at Tacitus brúkar orðið “supplicium”, sum merkir deyðarevsing. Sambært Webb verður hetta orðið serliga brúkt viðvíkjandi revsing, ið inniber pínslu so sum krossfesting. Og sostatt er samsvar millum lýsingina hjá Tacitusi og tað, sum vit annars vita um Jesu avrætting (Webb 2010: 687-688).
Tá ið vit skoða hesar kristnu og ikki-kristnu keldurnar í ljósinum frá teimum fimm søgufrøðiligu metingarstøðunum, sum eg havi nevnt omanfyri, so síggja vit, at tað í hvussu so er eru nøkur av teimum, ið kunnu brúkast í sambandi við Jesu krossfesting og deyða. Fyrst og fremst síggja vit, at talan er um fleiri óheftar keldur. Vit hava eina kristna keldu (Paulus, 50-60 e.Kr.). Vit hava eina jødiska keldu (Josefus, uml. 90 e.Kr.). Vit hava eina rómverska keldu (Tacitus, uml. 110 e.Kr.), sum eisini er fíggindaliga sinnað mótvegis kristnini. Innan 100 ár eftir Jesu deyða finnast altso fleiri óheftar keldur, sum staðfesta, at Jesus doyði vegna krossfesting.
Harumframt kann pínlig ásannan eisini nevnast. Jesu krossardeyði var jú ein trupulleiki hjá tí fyrstu kristnu rørsluni. Fyri tað fyrsta boðaðu tey kristnu jú, at Jesus var hin lovaði Messias, sum skuldi uppfylla eskatologisku vónina hjá jødunum. Trupulleikin (tað pínliga) var bara, at jødarnir ikki væntaðu ein deyðan Messias. Tvørturímóti væntaðu teir ein livandi Messias, sum skuldi føra og frelsa Guds fólk. Deyði Jesusar útihýsti honum sostatt frá tí vanligu messiasvónini. Paulus sipar eisini til hetta í Fyrra korintbrævi 1,23: ”vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga…”
Fyri tað næsta var Jesu krossfesting eisini pínlig í ljósinum frá Fimtu mósebók 21,22-23, sum sipar til banningina á krossinum: ”Tá ið maður ger seg sekan í deyðasynd, og hann hevur latið lív, og tú heingir hann upp í træ, tá skalt tú ikki lata likam hans hanga alla náttina uppi í trænum; men tú skalt jarða hann sama dagin; tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Gudi; tað land, sum Harrin, Gud tín, letur lutast tær, skalt tú ikki gera óreint.” Í einum jødiskum samanhangi var tað altso pínligt fyri tey kristnu at viðganga, at teirra Messias varð krossfestur. Í Galatabrævinum 3,10-14 síggja vit eisini, hvussu Paulus setur henda trupulleikan inn í sína boðan: “Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, – tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur”.
Fyri tað triðja var krossardeyðin eisini sæddur sum ein vanæruligur deyði. Hann var ikki bara vanæruligur vegna teir ræðuleikar, ið vórðu knýttir at krossinum, men eisini tí at hann varð skilaður til hin lægra samfelagsstættin og teir ringastu brotsmenninar. Jesu krossfesting og deyði innhelt tessvegna eisini eina samfelagsliga stigmatisering. Paulus sipar til hetta, tá ið hann sigur, at Jesus “tók á seg tænara mynd”, og at hann setti seg sjálvan lágt ”og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi” (Fil 2,7-8). Vit síggja somu tankagongd í Hebrearabrævinum 12,2, har ið vit lesa, at Jesus ”bar kross við toli, og virdi einki um skemd.”
Vegna tær ymisku óheftu keldurnar og pínligu ásannanina, sum Jesu krossfesting og deyði bar við sær fyri tey fyrstu kristnu, er ein altso heimilaður til at koma til ta niðurstøðu, at Jesus í roynd og veru doyði vegna krossfesting. Tað er eyðsæð, at Jesu krossfesting og deyði er ein søgulig sannroynd, sum er stuðlað av tí søguliga upplýsingartilfarinum (Habermas & Licona 2004: 49). Granskarin og gudloysingurin, Gerd Lüdemann, er samdur í hesi niðurstøðu: ”Jesu deyði sum ein fylgja av krossfesting er óreingiligur” (Lüdemann 2004: 50).
Keldur
Bruce, F. F. 1982. Jesus and Christian Origins Outside the New Testament. Grand Rapids, Michigan: William B. Eerdmans Publishing Company.
Groothuis, Douglas. 2011. Christian Apologetics: A Comprehensive Case for Biblical Faith. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.
Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.
Habermas, Gary R. & Michael R. Licona. 2004. The Case for the Resurrection of Jesus. Grand Rapids, MI: Kregel Publications.
Licona, Michael R. 2010. The Resurrection of Jesus: A New Historiographical Approach. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.
Lüdemann, Gerd. 2004. The Resurrection of Christ: A Historical Inquiry. New York: Prometheus Books.
Tacitus. 2009. Tacitus Annales 15. bog, 44. Í: Veje til Rom: Romersk litteratur fra Plautus til Juvenal. Af Ole Thomsen. Aarhus: Aarhus Universitetsforlag.
Webb, Robert L. 2010. The Roman Examination and Crucifixion of Jesus: Their Historicity and Implications. Í: Key Events in the Life of the Historical Jesus. Grand Rapids, Michigan / Cambridge, U.K.: William. B. Eerdmans Publishing Company.
Fótnotur
[1] Á enskum verður hesin arbeiðsháttur kallaður “the minimal facts approach”. Kendir granskarar, sum brúka henda arbeiðshátt, eru til dømis Gary Habermas og Michael Licona.
[2] Sannroyndin skal verða væl staðfest og verða góðtikin av nærum øllum granskarum.
[3] Ein stór eldvanlukka í rómversku fornøldini, sum sambært Tacitus byrjaði 18. juli ár 64 e.Kr.