Tekin Jónasar
Tað vóru tríggjar høvuðsorsøkir til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu:
1. Grøvin var tóm.
Øll evangeliini boða frá, at Jesus varð jarðaður av Jósefi úr Arimateu, og at grøvin var tóm, tá ið kvinnurnar komu til hana sunnumorgun. Men hóast grøvin var tóm, so er hetta kortini ikki nóg mikið í sjálvum sær. Tað fyrsta, sum Maria Magdalena hugsar, tá ið hon kemur til ta tómu grøvina, er ikki, at Jesus er risin upp frá deyðum, men at onkur má hava tikið Jesu lík: “Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann” (Jóh 20,2). Umframt eina tóma grøv, má okkurt annað sostatt eisini vera hent.
2. Hin upprisni Jesus varð sæddur.
Ein avgerandi orsøk til uppreisnartrúnna hjá teimum fyrstu kristnu var, at hin upprisni Jesus varð sæddur fleiri ferðir: “…hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum. Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær [Paulusi] eins og burði, sum ikki er komin av tíð” (1 Kor 15,5-8). Hetta hevur verið høvuðsorsøkin til, at tey fyrstu kristnu trúðu, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu.
3. Skriftirnar vórðu uppfyltar.
Tey fyrstu kristnu trúðu og boðaðu, at Jesu uppreisn var ein uppfylling av skriftunum (Pitre 2016: 179-184). Í hesi grein fara vit at hyggja eitt sindur nærri at hesum triðja punktinum.
Hvørjar skriftir?
”Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar” (1 Kor 15,3-4). Her leggur Paulus dent á, at Jesus doyði samsvarandi við skriftirnar, at hann varð grivin, og at hann reis upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar. Men hvørjar skriftir er talan so um?
Fyri at finna eitt svar uppá henda spurning, mugu vit leita okkum aftur til Jesu egnu undirvísing. Tað er bara ein tekstur í Gamla testamenti, sum Jesus sjálvur førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína uppreisn hin triðja dagin, nevniliga frásøgnin um tekin Jónasar (Matt 12,38-41; Luk 11,29-32). Hjá Matteusi lesa vit til dømis: “Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: “Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.” Men hann svaraði og segði við teir: “Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!” (Matt 12,38-41) (Í hvítusunnurøðu síni í Áps 2,25-28 vísir Pætur ápostul eisini til Sl 16,8-11.)
Tvær samanberingar
Jesus sipar til Jónas í Gamla testamenti og ger tvær samanberingar við seg sjálvan:
1. Líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin eisini verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
2. Jesus sigur, at ninevemenn[1] skulu stíga fram á evsta degi og dómfella hesa slekt, tí at ninevemenn vendu um eftir prædiku Jónasar, men her er meir enn Jónas, nevniliga Jesus sjálvur.
Ein kann eisini seta hetta upp soleiðis:
Tekin Jónasar
1. Nærdeyðauppliving og bjarging eftir tríggjar dagar í hvalabúkinum.
Tekin Jesusar
1. Veruligur deyði og uppreisn eftir tríggjar dagar í grøvini.
Tekin Jónasar
2. Ninevemenn venda um vegna prædiku Jónasar.
Tekin Jesusar
2. Heidningar venda um vegna prædiku Jesusar.
Hetta er altso tað, sum Jesus førir fram sum eina beinleiðis ávísing til sína egnu uppreisn hin triðja dagin. Og vit síggja, at tað fyrst og fremst sipar til eitt slag av grøv hjá Jónasi og eina veruliga grøv hjá Jesusi. Harnæst síggja vit eisini, at tað sipar til prædikuvirksemið bæði hjá Jónasi og hjá Jesusi.
Ivan Hellström tekur samanum á henda hátt: “Jónas er á mangan hátt ein Kristusfyrimynd. Jesus talar sjálvur um tekin Jónasar (Matt 16,1-4) – fyrst og fremst vísir hann á “deyða og uppreisn” Jónasar sum fyrimyndina av sínum egna deyða og uppreisn. Sum Jónas varð ninevemonnum til bjargingar, eftir tað at hann hevði verið niðri í havsins dýpi og komin aftur haðan – somuleiðis er Jesus Kristus heiminum eitt frelsutekin (Luk 11,29-32)” (Hellström 1997: 167).
Hendingarnar í Jónasar bók samsvara altso við tað, sum hendir við Jesusi. Jónas varð tveittur fyri borð, gloyptur av einum hvali, bjargaður frá deyða, og boðaði síðani Guds orð fyri ninevemonnum. Vit síggja líknandi raðfylgju hjá Jesusi: Deyði, jarðarferð, uppreisn og boðan (Wilcock 1979: 129).
Doyði Jónas í hvalabúkinum?
Men doyði Jónas ikki í hvalabúkinum? Hetta eru tað ymiskar meiningar um. Summi siga, at hann doyði, og at hvalurin spýði ein deyðan mann upp á land, sum Gud síðani reisti upp frá deyðum (Pitre 2016: 187). Onnur siga, at Jónas hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, men at Gud bjargaði honum frá vissum deyða (Kjær 2014: 338). Eg helli mest til hitt seinna svarið. Men sjálvt um Jónas veruliga doyði ella um hann einans hevði eitt nærdeyðaupplivilsi, so er kjarnin í boðskapinum kortini tann sami, nevniliga at Jónas ikki hevði yvirlivað, um Gud ikki legði uppí fyri at bjarga honum. Og hvussu legði hann so uppí? Jú, tað síggja vit í Jónasi 2,1: “Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi…”
Úr búki Sheols
Gud sendir altso hvalin fyri at bjarga Jónasi frá at drukna. Vit lesa, hvussu Jónas bað til Guds um hjálp: “Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína” (Jón 2,3). Hebraiska orðið, sum er umsett til helheim, er Sheol (שְׁא֛וֹל). Og orðið beten (בֶּ֫טֶן) merkir búkur. Hebraiski teksturin kann sostatt eisini umsetast soleiðis: “Eg rópaði úr búki Sheols…”
Eftir øllum at døma sipar Sheol til staðið, har ið tey deyðu verða hildin í varðhaldi inntil dómadag. Eftir at Jónas hevur roynt at flýggja til Tarsis burt frá ásjón Guds, kennir Jónas nú á sær sjálvum, at hann er á veg til Sheol. Deyðin tykist at vera óundansleppandi. Men júst í hesi løtu, tá ið deyðin tóktist at vera heilt sikkur, verður alt broytt á ein undurfullan hátt: “…tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Gud mín!” (Jón 2,7b) Júst tá ið Jónas ikki kundi søkka longur niður, grípur Gud inn og førir hann upp frá hinum vissa deyða. Og tá ið Jónas er við at svíma vegna iltmangul, minnist hann á Harran: “Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum” (Jón 2,8). Gud hoyrdi hansara neyðarróp og bjargaði honum (Alexander 1988: 127-129).
Eftir at Jónas hevður upplivað, hvussu Gud bjargaði honum frá vissum deyða, tendrast ein lovsongur í hansara hjarta: “Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum” (Jón 2,10). Takkarsongur Jónasar kann sostatt samanfatast við Sálm 50,15: “Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!”
Umvendingin hjá heidningunum
Nærdeyðaupplivingin hjá Jónasi, hansara bjarging og afturkoma til lívið, peikar fram ímóti Jesu endaliga sigri yvir grøvini, tá ið hann sjálvur verður reistur upp frá deyðum (Estelle 2005: 78). Líkasum Jónas varð bjargaður frá deyða, og líkasum ninevemenn vendu um vegna hansara prædiku, soleiðis er tað eisini viðvíkjandi Jesusi. Tekin Jónasar sipar sostatt bæði til uppreisnarundurið hin triðja dagin og umvendingarundurið hjá heidningunum.
Hvønn týdning hava hesar líkheitir so fyri tað, sum Jesus sigur um sína egnu uppreisn? Jú, hetta merkir, at bæði uppreisnarundurið og umvendingarundurið hjá heidningunum skal vera orsøk til at trúgva á Jesus. Tað er, sum Jesus segði: “Nineve-menn… vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41) Við Jónasi vóru tað einans ninevemenn, ið vendu um. Við Jesusi er tað harafturímóti ein óteljandi hópur av heidnum fólkasløgum, býum og enntá heimsveldum, ið angra sínar syndir, tveita sínar skurðgudar burtur og venda um til Guds Ísraels (Pitre 2016: 188-189). Umframt ta tómu grøvina og at sýna seg fyri lærusveinunum goymdi Jesus eisini tað til síðst, sum á mangan hátt kann sigast at vera hitt størsta undurið: Heidningarnir byrjaðu at angra sínar syndir og at venda um. Og teir venda um enn tann dagin í dag (ibid.: 190).
Meir er her enn Jónas!
Menniskjusonurin varð krossfestur. Hann varð grivin. Hann varð reistur upp triðja dagin. Grøvin var tóm. Tað er hon enn. Og heidningarnir venda um til Ísraels Guds í hópatali, tí at meir er her enn Jónas! (ibid.: 191). Munurin á tekni Jónasar til ninevemenn og tekni Jesusar til síni egnu samtíð og til okkum er nevniliga, at “meir er her enn Jónas!” (Matt 12,41) Jónas upplivdi eitt slag av deyða, eitt slag av jarðarferð, eitt slag av uppreisn og fór síðani til Nineve við Guds orði. Men við Jesusi er talan um meir: veruligan deyða, veruliga jarðarferð, veruliga uppreisn. Og hann bjóðar heiminum eina veruliga og æviga frelsu. Jónas er sostatt ein skuggi av tí, sum verður til veruleika í Jesusi Kristi (Wilcock 1979: 129).
Keldur
Alexander, T. Desmond. 1988. Jonah. Í: Obadiah, Jonah, Micah. TOTC. Downers Grove: InterVarsity Press.
Estelle, Bryan D. 2005. Salvation through Judgment and Mercy. New Jersey: P&R Publishing.
Hellström, Ivan. 1997. Um Bíbliu okkara. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur.
Kjær, Torben. 2014. Matthæus-Evangeliet I. Credo Kommentaren nr. 24. Fredericia: Credo.
Pitre, Brant. 2016. The Case for Jesus. New York: Image.
Wilcock, Michael. 1979. The Message of Luke. Downers Grove: InterVarsity Press.
[1] Nineve var ein stórur býur (sí Jón 3,3 og 4,11).